Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, er ósamdur við tí, sum Bárður Larsen, bráðfeingisstjóri sigur í kanningini, um tað, sum hendi í juni 2015.
Tí tað var tá, at Taks gav Eik fyrstu niðurstøðuna - nevniliga goodwill yvir 10 ár. Men Eyðun Mørkøre sigur, at hetta var ikki tað, sum skrivið í juni 2015 snúði seg um.
Við Kringvarpið sigur Eyðun Mørkøre, at hann kann ikki svara upp á tann partin, tí faktuella grundarlagið er skeivt, sambært honum.
- Eg vil siga, at saman við niðurstøðuni í dag, hava vit gjørt okkara viðmerkingar til kanningina. Og har framgongur greitt, at tað hongur ikki soleiðis saman, sum tað verður lýst. Vit hava ongantíð játtað Eik ein frádrátt á 500 milliónir. Tað er ein misskiljing, sum gruggar málið óneyðuga nógv, sigur Eyðum Mørkøre.
-Tað vit gjørdu tá (í skrivi til Eik í juni 2015) var at rætta eina sjálvuppgávu hjá Eik frá 2011, sum gjørdi tað, at teir ikki fingu straksfrádrátt á 477 milliónir. Eg vil siga tað, at tann mátin vit síggja hetta er, at vit tóku eina avgerð í juni 2015. Hon er sentral í hesum. Tann avgerðin er eitt broytingarskriv, sum sigur, at frádrátturin verður strikaður sum heild, og søgdu samstundis, at hetta skuldi viðgerast sum goodwill, og bóðu Eik viðgera hvat virðið av tí var. Og so kom sjálvuppgáva inn sama dag, sigur Eyðun Mørkøre.
Hendan sjálvuppgávan, sum kom inn sama dag, hevði ein tíggjundapart av frádráttinum við sum frádrátt, eins og tað var tulkað sum goodwill yvir 10 ár. Bárður Larsen sigur hinvegin, at avgerðin frá juni 2015 varð tikin á ófullfíggjaðum grundarlagið, men hesum afturvísir Taksstjórin, sum samstundis gevur fjølmiðlunum ábyrgdina av, at málið er forpurrað.
Meira um hetta á in.fo og í Vikuskiftis Sosialinum komandi.