Sambært TAKS eru nøgdirnar av hassji, kokaini og øðrum ólógligum rúsevnum, sum verða tikin, nógv vaksnar. Samstundis vísa myndugleikarnir á, at smuglingarhættirnir gerast alsamt meira framkomnir, og at skipaðir bólkar standa aftanfyri partar av innflutninginum.
Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, sigur við KvF, at hóast góð úrslit eru rokkin, krevur stríðið móti rúsevnum framhaldandi stórar raðfestingar og tætt samstarv við løgreglu og aðrar myndugleikar.











