Klaksvíkar býráð hevur á seinasta býráðsfundi samtykt roknskapin fyri 2025.
- Roknskapurin vísir eitt avlop upp á 22 milliónir krónur fyri avdráttir. Samlaðu inntøkurnar í árinum vóru 401,8 milliónir, og rakstrarútreiðslurnar vóru 306,2 milliónir krónur.
Tilsamans 54,1 milliónir vórðu brúktar til íløgur í 2025, og bankaskuldin hjá kommununi er vaksin úr 391,1 milliónum við ársbyrjan upp í 413,1 milliónir við árslok.
- Hetta svarar til eina nettoøking á 22 milliónir. Í árinum er lán tikið upp á 40 milliónir, og 18 milliónir kónur eru goldnar í avdráttum.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at kreditorar eru 25,1 milliónir, og onnur skuld er 12 milliónir.
- Í hesum er ein avseting upp á 6,3 milliónir til Landsverk í samband við grót til Norðhavnina.
Lagt verður aftrat, at nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu er 358 milliónir, er 44 milliónir undir skuldarmarkinum.
- Hetta merkir, at kommunan framvegis hevur eitt ávíst fíggjarligt rásarúm.
Samanumtikið vísir roknskapurin eina støðuga fíggjarstøðu, har bæði avlop og íløgur vísa, at kommunan heldur fram við at menna seg.
- Samstundis er neyðugt at hava eyga við skuld og tøkum peningi í komandi í komandi ári, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.











