Tíðindaskriv:
25 ára gamla Marin Theodora Skaalum Joensen er næstan liðug við dreymaútbúgvingna á DTU sum verkfrøðingur í matvørutøkni. Hon starvast hjá Novonesis, sum framleiðir tilfar til matvøruídnaðin, eitt nú ensym og probiotika.
Í 2024 stovnaði Marin saman við einum floksfelaga startup-fyritøkuna, Ocean Wrap, og við henni vunnu tær Skylab Ignite-virðislønina fyri eina verkætlan at framleiða pakkitilfar úr tara.
Marin hevur sostatt útbúgving, førleikar og nýskapanarhug, sum Føroyar hava brúk fyri, um vit av álvara vilja menna matvøru- og sjófeingisvinnuna og fáa sum mest burtur úr okkara tilfeingi.
Á almennu ráðstevnuni, Fiskur og Framtíðin - møguleikar og avbjóðingar, greiðir Marin frá, hví hon valdi hesa útbúgvingina og um møguleikarnar í matvøruyrkinum. Eisini hugleiðir hon um, hvat krevst fyri at fáa ung at útbúgva seg og arbeiða innan matvøru- og tøkniøkið í Føroyum.
Eitt av høvuðsevnunum á ráðstevnuni er nevniliga, hvussu vit fáa ungdómin at velja sær útbúgving og yrki innan sjófeingisvinnuna.
Ráðstevnan verður í Silo á Vestaru Bryggju í Havn mánadagin 8. juni. Tiltakið er alment og ókeypis, men neyðugt er at melda til. Her ber til at síggja skrá og melda til.











