Talið á deyðum eftir bumbuálopini ímóti fleiri kirkjum og hotellum á Sri Lanka er hækkað til 310.
Tað hendir, eftir at fleiri av teimum særdu síðani eru deyð av løstunum.
Tað upplýsir talsmaður fyri løgregluna, Ruwan Gunasekera, í morgun. Talið á deyðum var upp á 290.
Løgreglutalsmaðurin upplýsir víðari, at talið av handtiknum í málinum er uppi á 40. Tað talið hevur higartil verið 24.
Millum tey handtikinu er bilførarin á vøruvogunum, sum eitt av sjálvmorðsbumbufólkunum brúkti í álopinum. Eisini tann, sum eigur eitt hús, har fleiri av teimum mistonktu illgerðarmonnunum búðu, er handtikin.
Mánakvøldið vóru minst 31 av teimum útlendsku offrunum eyðmerkt av myndugleikum, familju ella miðlum í heimlandi teirra, meðan onnur av deyðsoffrunum enn ikki eru eyðmerkt.
##ms##
Millum deyðu útlendingarnar eru børnini hjá danska ríkmanninum Anders Holch Povlsen.
Í morgun er tjóðarsyrgidagur á Sri Lanka. Klokkan 8:30 lokala tíð – neyvt 48 tímar eftir fyrstu bumburnar brustu – varð tríggjar minuttir tøgn um alt landið. Samstundis veiftraðu fløggini í hálvari stong til minnis um tey deyðu í álopunum.
Forsetin á Sri Lanka skrivaði mánadagin undir eini kravboð, sum geva herinum í landinum víðar heimildir.
Samstundis boðaði hann frá, at undantaksstøða er lýst.
Stjórnin hevur givið boð um at steingja allar sosialar miðlar, og fleiri túsund tungtvápnaðir hermenn síggjast í gøtunum í Colombo.
Sambært stjórnini á Sri Lanka er tað ein islamistiskur bólkur nevndur National Thowfeek Jamaath, sum hevur framt álopini. Sjálvmorðsbumbufólk bóru fleiri av bumbunum.
Álopini hava umframt tey deyðu sært fleiri enn 500 fólk og tað ringasta yvirgangsálopið síðani borgararakríggið í landinum endaði.
/ritzau/AFP
@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }