Í 2019 vórðu 21 fosturtøkur framdar í Føroyum. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni og sostatt er talið á fosturtøkum í Føroyum líka lágt enn sum tað hevur verð hesi seinastu fimm árini.
Tá ið talið á fosturtøkum var hægst í Føroyum, vóru tað meir enn 80 fosturtøkur um árið. Tað var seinast í áttatiárunum, ella fyri 30 árum síðani, og sostatt er talið á fosturtøkum nú bara ein fjórðingur av tí, sum var fyri einum mansaldri síðani.
##med2##
Hagstovan sigur, at hóast tølini eru smá og tí kunnu sveiggja nógv frá einum ári til annað, er gongdin greið. Og gongdin er, at tað verða alsamt færri fosturtøkur framdar í Føroyum - eisini tá ið talið á fosturtøkum verður sett upp ímóti talið á livandi føddum børnum.
Í seinni helvt av 1980-unum var talið av fosturtøkum av tí mesta og tá vóru um 80-85 fosturtøkur um árið, men fyrru helvt í nítiárunum minkaði tað niður móti 60 fosturtøkum um árið. Seinast í nítiárunum minkaði tað aftur niður um 50 fosturtøkur um árið og eftir aldarskiftið minkaði talið aftur niður ímóti 40 foturtøkur um árið.
Fyri 10 árum síðani minkaði talið á fosturtøku í Føroyum niður ímóti 30 um árið, men hesi seinastu fimm árini er tað so aftur minkað niður ímóti 20 fosturtøkum um árið, og har hevur tað hildið sær.
Her skal eisini leggast afturat, at hesi árini er talið á kvinnum í burðarførum aldri eisini nógv hækkað.