Teldusníkar
Heimasíðan hjá Taliban stýrinum, sum er at finna undir www.talibanonline.com hevur verið úti fyri "herverki". Ein teldusníkur, við navninum MaxMouse hevur hackað seg inn á heimasíðuna.
Hesin MaxMouse hevur broytt alt innihaldið á heimasíðuni, og tá tú loggar teg á síðuna hoyrir tú amerikanska tjóðsangin, og á síðuni stendur, at USA fer nú at oyðileggja Afganistan. "Tit koma at gjalda fyri hetta tykkara tápulingar ? Gud signi Amerika!"
Síðan er ognað teimum, ið lótu lív undir álopunum á World Trade Center 11. september í ár.
Heimasíðan www.talibanonline.com hevur ongantíð verið hackað fyrr, men aðrar heimasíður um taliban hava verið útsettar fyri slíkum teldusníkum.