Talvheimurin heldur ondini

Túsundtals talváhugað fylgja á netinum við gongdini hjá hjá Helga Dam Ziska í royndini at fáa rættin til IM-heitið

Talv

Talváhugað í Føroyum, talváhugaðir útisetar og nógvir talváhugaðir útlendingar fylgja í hesum døgum væl við, hvussu gongst í Klaksvík International, sum síðani leygardagin hevur verið í Leikalund í Klaksvík.
10. og síðsta umfarið verður sunnudagin. Størsti spenningurin snýr seg um, hvørt tað fer at eydnast 10. floks næminginum í Tórshavnar kommunuskúla, Helga Dam Ziska, at røkka 2400 í styrkistali. Treytin er, at hann megnar 6,5 stig. Eftir at Helgi sunnudagin á óvanliga óhepnan hátt tapti tvey talv, sá tað einki út fyri hesum. Men eftir at Helgi mánadagin og týsdagin fekk fulla úrtøku er tað aftur vorðið stórt sannlíki fyri, at hetta skal eydnast.
- Ein ungur telvari megnar ikki so stóra framgongd í so stutta tíð, sum talan hevur verið um hjá Helga, um hann ikki bæði hevur talent fyri telving og framúr menniskjaligar eginleikar at standa seg í kappingum. Hetta hevur Helgi áður víst, at hann hevur, og síðani sunnudagin hava vit aftur fingið staðfest, at Helgi hevur dygdirnar, sum skulu til.
Tað sigur Rani Nolsøe. Saman við Mogens Nielsen fyrireikar hann kappingina í Klaksvík.

Altjóða áhugi
Einstøk talvhugað støkka inn á gólvið í Leikalund úti í Klaksvík fyri í eina løtu at fylgja við í talvunum. At áhugin kring landið og eisini uttanlands er stórur eru vitjanirnar á heimasíðuni hjá talvsambandinum staðfesting av.
- Mánadagin vóru eina staðni ímillum átta og níggju túsund inni á síðuni. Summi teirra vitjaðu fleiri ferðir, men talan var um ellivu hundrað ymiskar adressur. Leygardagin vóru fýra hundrað vitjandi. Sunnudagin høvdu vit ávísar tekniskar trupulleikar, men tá vitjaðu sjey hundrað ymiskar teldur á heimasíðuni, og eg ivist onga løtu í, at talið á vitjandi fer at verða uppaftur størri, sum vit nærkast endanum á kappingini, sigur Rani Nolsøe.
Talan er um vitjandi úr Føroyum, og eisini úr Danmark, Íslandi, Svøríki og aðra staðni kring heimin. Sviar fylgja við í, hvussu tað hilnast hjá Emil Hermansson, sum higartil hevur verið tann stinnasti.
- Eisini fólk, sum vit vanliga ikki hitta í talvhøpi, fregnast og eru áhugað. Fleiri hava spurt, hvussu tað ber til at fylgja gongdini, meðan tað verður telvað. Svarið er hetta: Á heimasíðuni www.faroechess.com er ovast í høgra horni eitt logo fyri Klaksvík International 2006. Við at klikkja á tað kemur eitt talvborð fram, og undir tí eru tey trý talvini, sum eru á skránni, og sum tað ber til at fylgja og at ganga ígjøgnum eftir, at tey eru liðug, greiðir Rani Nolsøe frá.
Rani er sjálvur royndur telvari, hann hevur áður vunnið FM, og hann hevur verið formaður í Talvsambandi Føroya. Rani luttekur framvegis í føroysku kappingini. Tí er hann ein teirra, sum á so at siga orkesturplássi hevur fylgt við í menningini av føroyskari telving.
- Hon hevur verið framúr. Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen og Helgi Dam Ziska, sum í hesum døgum dystast ímóti einum GM og tveimum Imarum úr grannalondunum, eru góð dømi um, hvussu stór framgongdin hevur verið. Ungu føroyingarnir megna aftur og aftur at fáa stig frá mótstøðumonnum, sum tað í mínum ungu døgum kendist heilt óhugsandi, at føroyingar skuldu megna nakað sum helst ímóti, so hetta er hugaligt.
Nú er stóri spurningurin, hvussu tað fer at hilnast hjá Helga Dam Ziska. At áhugin er so mikið stórur, leggur sjálvandi trýst á skúladreingin. Hann hevur áður víst, at hann er førur fyri at bera sovornar støður, og tað fer hann ivaleyst eisini at gera hesa ferð. Hvør úrtøkan verður, og um Helgi fer at røkka IM heitinum fara næstu dagarnir at vísa. Føroyski talvheimurin heldur ondini!