tankadrasl ið mettar seg av tigandi spurningum

   

»hvar er lóg og rættur?«
»nær fer sólin ni?ur?«
skal hon síggjast aftur

meiningin tú tigur

brennur ljósins viti

høgt er millum fjalla
hav tú halga ritið
síðstu dagar halla

enniblonk fer aldan

sleingist millum kletta

seggur átti baldan

virðið varð hins metta

runar lívsins kvæði

inni móti landi

vaknar annað lagið

brennimerkt av gandi


soleiðis ber tíðin

brá av tí sum kemur

tú sum vart so íðin

fylti mál á tremur

og tú hugsar um hon

meinti tað hon segði

áðrenn fyri summum

grundin lá á vegi ?



sleingir ljósins viti

ljós til allar bátar

her sum eg nú siti

kinnar eru vátar

stjørnuherur allur

leggur at tær minnir

ein so høvurhallur

sleiskast minnum kvinnur


friðurin ið dvølir

seinir koma tankar
alt ið grundin bølir
hoyr at hjartað bankar

inni millum húsa

ljómar nú ein songur

meðan vindar súsa

út á hav og longur



brotið uppúr nýggjum

lagið mentist meira

sólin yvir skýggjum

mannabørn man hoyra

ljótar lívsins lygnir

lova loyndum linna

speiskar eru tignir

vinaskaran tynna



skøkjan rend á bálið

hon jú hevði syndað

mist hon hevði málið

tí hon læt sær lynda
bati allur bøtir
roykilsi upp stígur
allar tínar løtur

kenna tað ið líður


kenn mær lívsins leikir
talvið skal eg leika
tó vit eru veikir
valdi guð tað veika
inniligir tankar

koma ljósir higar

hjartað enn tó bankar

drottin tankar vigar



ljósið kom ei aftur

myrkrið eigur hjartað

og so nakkafattur

dvølji eg tað svarta

hinumegin leiðir

síggjast kanska aftur
tit sum eru breiðir
vinaskarin tættur