Tann áhugaverda fólkaatkvøðan

Eyðgerð Mørkøre Kruse
----------------

Allir borgarar, ið hava valrætt í Føroyum høvdu møguleika at fara á fólkaatkvøðu herfyri, men flestu føroyingar hildu ikki, at tað var neyðugt at fara á val og gera sína ávirkan galdandi í hesum umfari. Áhugavert, tí sum oftast er valluttøkan til onnur val her í landinum í hægra endanum av 80%. Hesuferð hildu einans eitt sindur meira enn 30 %, at tað var neyðugt at fara á val fyri at verða við til at vísa politikarunum, hvat fólksinis vilji er. Men hetta halda teir ráðandi fólkavaldu ikki er áhugavert. Landstýrismaðurin við kommunumálum segði áðrenn fólkaatkvøðuna, at ein høg valluttøka var ein sigur. Vil tað so siga, at tá valluttøkan var so lág, at talan er um ein ósigur? Løgmaður heldur fast við, at fólkið hevur talað og so kann mann freistast til at hugsa, um tað sama hevði verið galdandi, um talan hevði verið um onkra aðra fólkaatkvøðu. Sum við øllum úrslitum, so kann mann venda og snara tey til sín egna fyrimun.
Men nú hevur fólkið talað og so tosa vit ikki meira um hetta. Nú er kjakið um kommunusamanlegging jarðað. Fólkið hevur talað. Ja, gaman í hava fólk talað, men talan er um minni enn eina helvt av teimum sum hava valrætt í Føroyum. Hvussu ber tað til, at tað ikki er áhugavert at kjakast um? Er tað veruliga so, at fyri tí um ein fólkaatkvøða hevur verið, ja so skal ikki kjakast meira. Kjakið um kommunusamanlegging hevur órógvað meira enn tað hevur gjørt gagn, var tað onkur sum segði. Hvat? Er tað ikki tey ymisku úttalilsini frá politikarunum um hvat skal henda á økinum, sum ørkymlar fólk? Tað kann ongantíð órógva nakað ella nakran at kjakast. Hvat fólkaræði hava vit, um vit skulu hava fólkaatkvøður fyri at fáa restina til at halda munn? Sjálvandi fer tað at verða eitt kjak um kommunusamanlegging. Somu politikarar sum siga, at fólkið hevur talað hava ætlanir um at leggja mál út til kommunurnar at umsita. Tað er somuleiðis áhugavert. Fólkið kann sleppa at siga sína hugsan, men tað kann gera tað sama, hvat tey siga. Vit leggja út hóast alt. Herfyri varð sagt, at einki skuldi leggjast út, fyrr enn tær kommunalu eindirnar gjørdust størri og nú verða samstarvsøki gjørd ístaðin.
Tá spurt varð um lágu vallutøkuna hetta kvøldið, svaraði landsstýrismaðurin við kommunumálum, at luttøkan var lág, men um tú roknaði valluttøkuna í teimum smáu økjunum saman, so var hon høg. Alt í lagi meðni, hví hava tit so spurt fólkið í teimum størru økjunum (Havnin og Klaksvík)? Hví skulu tey knappliga spyrjast, tá tey í áravís hava fingið at vita, at ein størri kommuna ikki kann sig nei, tá ein minni kommuna vil leggja saman við henni?
Eftir sita nógv og klóra sær í nakkanum og hugsa: hvat var tað sum hendi her?
Hví skal fólkið spyrjast av teimum fólkavaldu í hesum máli? Umboða tey fólkavaldu ikki fólkið ella hvussu? Hava tey ikki fingið álit á eini fólkaatkvøðu til eitt løgtingsval at taka avgerðir fyri fólkið? Hevur hetta málið størri týdning enn okkurt annað mál?
Ikki veit eg. Eg gleði meg í øllum førum at fara á fólkaatkvøðu og verða við til at avgera, um pensjónsaldurin skal hækkast.