Venjarin hjá Georgia; Klaus Toppmøller byrjaði inni við trimum tannáringum ímóti Skotlandi. Í málinum stóð hin 17 ára gamli Giorgi Makaridze. Á miðjuni var hin 16 ára gamli Levan Kania úr Schalke04. Og har frammi í álopinum var hin 17 ára gamli Levan Makhedlidze. Júst Makhedlidze legði Georgia á odda 1-0 í 16. minutti. David Siradze skoraði sigursmálið til 2-0 í 64. minutti. James McFadden bleiv snýttur fyri eitt brotsspark tá støðan var 1-0. Venjarin hjá Skotlandi, Alex McLeish trýr enn uppá, at Skotland kann vinna sær sæti í EM-endaspælið. Skotar mugu vinna á Italia á Hampden Park í Glasgow hin 17. november. Fær Italia javnleik í Glasgow, kunnu Italiumenn avgera alt sjálvir í heimadystinum ímóti Føroyum hin 21. november. Og tað er einki, sum talar ímóti, at Italia vinnur heimadystin tann 21. november!