Hanus Kamban
Í grein, sum er dagfest 17. 12. 2023, skrivar Sámal Petur í Grund, at “við nýggju fiskiveiðuavtaluni við russar hava vit bundið okkum eins fast at Russlandi, sum vit eru bundin at Danmark”. Og hann heldur fram, at nú “binda sitandi samgonguflokkar okkum fastari og fastari at einum landi, sum ikki virðir fólkaræði”. Henda greinin er helst beinraknasta politiska viðmerking, vit hava sæð á prenti í okkara landi í mong ár. Eg havi hesar viðmerkingar til henda tekst.
- Í fyrsta lagi er neyðugt at sláa rimmarfast, at umboð fyri vinnulív og kapital – so virðismikið teirra íkast er – eru at meta sum vanligir borgarar, ið ongi framíhjárættindir hava í okkara landi og í øllum viðurskiftum eiga at víkja fyri okkara demokratisku spælireglum og okkara fólkaræðisligu umboðum.
- Russland er í dag helst heimsins – sæð við demokratiskum eygum – óhugnaligasta og ræðuligasta land. Í hesum landi er tað nú vanligur siður – um onkur ber sína hugsan fram, og valdið ikki vil vita av hesi hugsan – við svikum at eitra viðkomandi ella at blaka viðkomandi út úr einum flogfari ella av takinum á einum háhúsum.
- Um vit hugsa søguliga, síggja vit ein týðiligan líkleika millum Nazi-Týskland og Russland undir Putin. Drápsmenn og bølmenni sum Josef Stalin eru í dag aftur hetjur í Russlandi, øll tann russiska søgan verður nú skrivað um og “putiniserað”, og fólk, sum vága sær at siga sína hugsan um hesar brotsmenn, kunnu í dag rokna við at verða fongslað, eitrað ella skotin.
- Søgufrøðingar hava víst á, at eystan fyri ánna Elben í Týsklandi hevur tær seinastu tjúgu øldirnar gingið markið í fólkahugsan millum tátíðar meira ella mini hóvligu siðmenning og tátíðar totalitera barbarí. Tann syrgiliga sannroyndin er sostatt, at fólk vestan fyri hetta mark í dag tí sum heild eru demokratar og fólk eystanfyri sum heild vóru og halda fram at vera “barbarar”.
- Heimastýrislógin var – so útspilt sum hon er – í samsvari við hugsanina hjá einum demokratiskum meiriluta av føringum. Um fólk brúka sítt hugflog og sítt skil, kunnu tey – sum eitt møguligt framhald av henni – síggja eitt vælvirkandi ríkjasamband (t.e. eina føderatión) og limaskap í Norðurlandaráðnum.
- Sum tjóð eru føringar – málsliga, mentanarliga, søguliga – best fyri av øllum norðurlendskum tjóðum. Vit hava okkara egna mál, vit ráða okkum sjálvum, vit hava okkara egnu mentan og egnu siðir. Okkara kvæðaarvur er framvegis við sítt fríska lív – ein arvur, sum knýtir okkum at miðøldini og ger, at vit framvegis trína sama dans, sum europerarar trinu í 13. og 14. øld. Karlamagnus, Kong Sverke, Grettir Ásmundarson og drotningin Dagmar eru øll okkara vinir og kenningar, sum vóru vit samtíðarfólk. Í okkara tíð – tá ið stór og smá tólmennir ganga okkum til handa og samstundis hótta við at krypla huga og sál hjá vaksnum og børnum, slær andalig og likamlig kjølfesta av slíkum slag ikki falskar mentir.
- Føroya løgmaður – Aksel V. Johannesen – var á rættari leið, tá ið hann vísti á vandan við at samstarva við Russland. Tað, sum eyðkendi støðutakanina bæði hjá honum og Sámali Petur í Grund, var tað, sum vit kunnu rópa “moralsins primat”, hetta at moralur hevur yvirvág yvir mammon, t.e. vinnuligum og peningaligum áhugamálum.
- Russland umboðar við fáum orðum í dag sama ómoral, sama drápshug og sama moralska fall, sum eyðkendi Nazi-Týskland og Russland undir Stalin. Nazistarnir – so hálovaðir, eisini í Føroyum – myrdu seks milliónir av jødum. Stalin myrdi eitt næstan líka stórt tal av m. a. ukrainum, og – ja – við úthungran rak hann summi av hesum neyðar fólkum út í mannaát. Hvussu mangar milliónir av m.a. børnum og kvinnum fara Putin og hansara lagsbrøður at drepa, áðrenn teir verða steðgaðir?
- Úr søguni vita vit, at tá ið umboð fyri morð, lygn, ómentan og moralskt fall stíga fram og við harðskapi, lygn og svikum ræna sær eitt vald, teir ikki hava rætt til, hendir tað ikki sjáldan, at kristnar samkomur falla teimum til fóta. Aftan fyri Stalin stóð tann ortodoksa russiska kirkjan. Hevði ein meiriluti av týskum protestantum ikki valt hann, hevði Hitler ongantíð fingið valdið í Týsklandi – og sostatt hevði hansara seksmillióna jødamorð ikki verið framt.
- Men í Europa finst ein onnur kristin siðvenja. Danska sálmaskaldið N.S.F. Grundtvig mælti á sinni orðini Menneske først, og kristen så”. Í 1943 var øllum greitt, at nazistarnir vóru farnir undir at beina fyri øllum jødum í heiminum. Ongin europeisk kristin samkoma uttan JEHOVA VITNIR lætst um vón, mær vitandi heldur ikki nakað føroyskt kirkjulið, men seinast í 1943 skrivaði danski biskupurin H. Fuglsang-Damgaard undir eitt mótmælisskriv, sum varð sent “leiðandi myndugleikum” í Nazi-Týsklandi.
Til seinast fari eg at bera Sámali Petur í Grund eina hjartans tøkk.