Tann síðsti pensjónisturin sløkkir

-Eldrabyrðan er økt nógv í Føroyum síðstu 20 árini, men í Klaksvík er eldrabyrðan økt nógv meiri enn í restini av landinum, soleiðis siga fyrireikararnir av tiltakið, sum verður í Klaksvík í kvøld um sama evni Í 1990 vóru 6,2 íbúgvar í Klaksvík í arbeiðsførum aldri (18-66 ár)

fyri hvønn íbúgva í pensjónsaldri (67 ár og eldri), samstundis vóru tað í

øllum landinum 6,0 íbúgvar í arbeiðsførum aldri fyri hvønn íbúgva í

pensjónsaldri.

Í 2010 vóru einans 4,4 íbúgvar í arbeiðsførum aldri fyri hvønn íbúgva í

pensjónsaldri í Klaksvík, meðan tað í øllum landinum vóru 4,9 íbúgvar í

arbeiðsførum aldri í mun tilhvønn íbúgva í pensjónsaldri. Í 2010 búðu 5%

færri fólk í Klaksvík enn í 1990, men samansetingin av aldursbólkum í

Klaksvík er sera nógv broytt hesi 20 árini.

Talið av íbúgvum í pensjónsaldri er økt 33%, meðan talið av íbúgvum í arbeiðsførum aldri er minkað 7%.

Johnny í Grótinum, Íløguleiðari í BankNordik, fer, við støði í hesum

hagtølum, at greiða frá tørvinum á tillagingum í pensjóns- viðurskiftunum,

bæði í føroyska samfelagnum við komandi pensjónsnýskipanini og hjá

einstaklinginum við at tilrættisleggja sína egnu pensjónstilveru.

Tiltakið verður í kvøld í Skúlanum við Ósánna kl.19.30