Taptu aftur tepurt

Føroyar stýrdu alt og øllum tann fyrsta stóra tíman, men í eini deyðbóltstøðu har føroyingar ikki eru nóg konsentreraðir skora sviar, og so taptu føroyingar eisini henda dystin


Føroyingar syrgdu fyri alt og øllum í fyrra hálvleiki, og hálvan veg inn í seinna hálvleik var sama mynstur galdandi. Føroyingar høvdu alt spælið og gjørdi akkurát sum tað passaði teimum.
Í roynd og veru vóru leiklutirnir býttir um í mun til tað sum vanligt er, tá Føroyar spæla, tí tað var føroyska liðið, sum royndi at skapa dystin og sviar lógu afturi og vardu, og royndu at satsa upp á kontra.
 
Favoritt leiklutur riggar ikki
Men hóast greiða leikliga yvirvág, so vóru tað sviar, sum struku avstað við øllum.
- Jú, eg haldi at tað var ein uppiborin sigur, sviar fingu. Teir spældu klókt, gjørdu tað gott og vóru sterkir. Aftan á dystin kunnu vit bara staðfesta, at favorittleikluturin ikki hóskar heilt til okkum, staðfesti Bill McLeaud Jacobsen eftir dystin.
Sviar stóðu nevniliga í verjustøðu júst sum føroyska liðið plagar at gera. Føroyingar royndu at trýsta og spæla seg í gjøgnum, men tað gekk ov seint fyri og tað vóru fáar upplagdar møguleikar, føroyingar fingu spælt seg fram til.
Hinvegin vóru sviar vandamiklir í kontraspælinum, men tá ein tími var spældur var enn onki mál komið.
 
Typiskt!
Og best sum ein stóð og helt, at væl stóð til, so skoraðu sviar í eini støðu, sum vit hava sæð so ofta áður.
Sviar fáa hornaspark og allir leikararnir standa í einum trunka. Innleggið verður lagt innfyri og við handaru stong stendur ein leikari púra einsamallur, og so er lætt hjá honum at leggja bóltin í netið.
Eitt typiskt mál sum føroysk lið alt ov ofta lata. Í altjóða kappingum verða slík mistøk revsaði hart, og í hesum førinum kostaði tað trý stig.
Hinvegin so var tað helst ikki óuppiborið, at sviar vunnu dystin við hesum málinum. Teir løgdu seg aftur frá byrjan, og føroyingar fingu nógv pláss at spæla á. Men tað var ógvuliga tilvitað verjuspæl frá teirra síðu. Her til og ikki longur, tóktiskt setningurin í verjuni at vera, og tað riggaði eisini væl.
Síðani var dúvað uppá kontra, og har vóru teir vandamiklari enn føroyingarnir nakrantíð vóru.
 
Ónøgdir
Bill McLeoud Jacobsen, venjari, er ikki nøgdur við úrslit hjá føroyingum í dystinum, og heldur ikki við úrslitini í kappingini sum heild.
- Nei, vit fóru inn við tí fyri eyga at vinna kappingina. Nú vinna vit bara ein dyst, og tað er als ikki nøktandi. Hinvegin eru vit fegnir um at hava luttikið, tí vit fingu roynt nøkur nýggj ting og øðrvísi skipanir enn vanligt, og í so máta var kappingin bara væl eydnað.
- Eisini hevur kappingin verið áhugaverd í so máta, at vit hava spælt í móti svenska U17-liðnum og skulu leygardagin spæla ímóti íslendska U17-liðnum. Hetta eru bæði lond, vit skulu spæla ímóti í komandi EM-undankapping, so tí eru tað ógvuliga áhugaverdar royndir vit nú gera, staðfestir landsliðsvenjarin.
Føroyingar endaðu næstaftastir í bólkinum við trimum stigum. Norðmenn fingu onki stig og liggja aftast. Leygardagin skulu føroyingar sum sagt spæla ímóti Íslandi, og tað verður ein áhugaverdur dystur at fylgja í fleiri mátar.
Fyrst og fremst tí tað er ein dystur við góðu grannar okkara fyri norðan. Men eisini skal eldra ungdómslandsliðið nú prógva sítt virði fyri tí yngra, tí U17-landsliðið vann í gjár á Íslandi, og tað hevði verið øgiligt, um U19-landsliðið ikki megnaði tað, sum U17-liðið klárar.