Taptu fyri einum betri liðið

- Vit taptu fyri einum betri liðið í dag, staðfesti liðskiparin hjá KÍF, Rógvi Weyhe, eftir ósigurin fyri VÍF í seinnu hálvfinaluni í Coca Cola-kappingini.

- Vit eru væl við at kalla allan fyrra hálvleik, men móti endanum fáa teir eina heldur óneyðuga leiðslu. Í seinna hálvleiki er tó eingin ivi. Har eru vestmenningarnir væl betri enn vit. Eg veit ikki heilt, hvat gekk galið í dag. Vit fáa ikki fatur á Inga og Agnar, sum gera næstan sum teir vilja, og hetta mugu vit gera betri. Eg haldi tó, at vit royndu at stríðast og kempa, men vit vóru bara verra liðið í dag.