Hondbóltur
Føroyska manslandsliðið í hondbólti er í hesum døgum á venjingarlegu í Íslandi.
Sunnudagin spældu teir fyrsta av trimum dystum á ferðini, og var hesin móti íslendska U-21 landsliðnum. Hóast talan var um U-21 landslið, so var lítil ivi um, at føroyingarnir fóru at fáa harða mótstøðu. Íslendska liðið var herfyri í hálvfinaluni í HM, har teir taptu við einum máli fyri Russlandi.
Føroyska liðið var eisini nakað skert undan dystinum. Áki Olsen og Halgir Dahl Olsen hava báðir drigist við skaða, og eru einamest við í Íslandi fyri at fáa viðgerð fyri hesar, og hartil hevur Hans Áki Dal-Christiansen eisini fingið ein snudd, sum helt honum uttanfyri.
Kortini megnaði føroyska liðið fyri tað mesta at spæla fult upp við mótstøðuna. Allan fyrra hálvleiki gekk javnt á, og tó at tað dragnaði nakað fyrst í seinna hálvleiki, so komu okkara afturíaftur, soleiðis at mununrin at enda varð so tepur, sum tilber.
Hjalmar Klein Olsen, hjálparvenjari hjá føroyska liðnum, segði eftir dystin, at sum heild vóru hann og landsliðsvenjarin, Lars Nedergaard, hampuliga væl nøgdir um føroyska avrikið.
- Hetta er eitt gott mótstøðulið, og við skaðunum máttu vit eisini gera nakrar broytingar í verjuspælinum, so alt í alt haldi eg, at vit kunnu vera nøgdir.
Føroysku málini í dystinum sunnudagin skutu: Heini Joensen, 8, Ingi Olsen, 5, Bjarni Wardum 5, Sámal Joensen 4, Høgni Klein 2, Martin Hummeland, 2, Kristian Madsen, 1, John Zachariasen, 1
Týskvøldið spælir landsliðið aftur móti íslendska U-21 liðnum, og hóskvøldið verður dystur móti Íslendska U-19 landsliðnum.