Taptu við bert einum máli í Reykjavík

Unga føroyska liðið trýsti roynda íslendska liðið í botn í Laugardalshøllini í Reykjavík

Føroyska manslandsliðið í hondbólti fekk eina stóra uppreisn í seinna venjingardystinum móti Íslandi í Laugardalshøllini, og tapti við bert einum máli.

 

Ísland sum vann 39-24 (19-15) á Føroyum ígjár vann við minsta marginali 30-29 á Føroyum í kvøld. Íslendingar skoraði upp á 68 prosent av sínum málmøguleikum, meðan okkara menn skoraðu upp á 67 prosent av teirra málmøguleikum.

 

Ísland var á odda 16-12 í steðginum, men tá 44 minuttir vóru leiktir vóru Føroyar á odda 23-21, og tá var Snorri sum runnin í Steinn. Íslendingar komu framum 24-23, men tá 53 minuttir vóru farnir vóru Føroyar á odda 26-25. Tíverri vóru íslendingar neyvari seinastu løtuna.

 

Hóast talan var um ein sokallaðan venjingardyst spældu íslendingar sum stóð um lív, og vístu í løtum frustrasjónir.

 

Eitt flott føroyskt avrik, ið gevur bjartar vónir. Dysturin ígjár var ein læripeningur, og nógv var lært upp á eitt samdøgur.

 

Hákun West av Teigum gjørdist toppskjútti við níggju málum. Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið einki mál skoraði í fyrra hálvleiki skoraði seks mál í seinna hálvleiki, og hann var tungt hoyggj hjá íslendska liðnum allan dystin. Vilhelm Poulsen hevði eisini gott avrik í seinna hálvleiki við fimm málum. 

 

Ísland-Føroyar 30-29 (16-12) - Seinni venjingardysturin í Laugardalshøllini í Reykjavík.

 

Føroyar: Hákun West av Teigum 9, Elias Ellefsen á Skipagøtu 6, Vilhelm Poulsen 5, Teis Horn Rasmussen 2, Rói Berg Hansen 2, Bjarni í Selvindi 2, Leivur Mortensen 2, Óli Mittún 1.

 

Nicholas Satchwell hevði níggju bjargingar.