TB ætlar at endurreisa skansan

Báðir sigrarnir higartil eru vunnir á útivølli, og annar var ímóti FC Suðuroy, sum í dag vitjar við Stórá

Fyri aðru ferð í ár er seinnapartin oyggjauppgerð í Suðuroy á skránni. Í gjár fylti elsta fótbóltsfelagið í landinum 123 ár, og í dag fær tað vitjan av FC Suðuroy. Tá ið grannarnir í dag fyri tveimum mánaðum síðani hittust á Eiðinum í Vági, vann TB 3-1. TB hevur vunnið tvær ferðir í ár, og báðu ferðirnar var tað á útivølli.

-Okkum leingist eftir at vinna á heimavølli og at vinna fleiri ferðir á rað. Vit hava higartil verið fimm ferðir á heimavølli. Vit taptu ímóti NSÍ, og hinar fýra ferðirnar endaði tað javnt. Javnleikirnir flyta okkum ikki so nógv, og nú ætla vit, at sigrarnir skulu flyta okkum nærri toppinum. Tilfarið er gott, og vit ætla okkum avgjørt ikki at vera millum tey, sum berjast fyri at sleppa undan niðurflyting. Eg dugi ikki at siga, um vit megna heilt upp á toppin í ár, men vit hava gott mót, og vit halda okkum hava nakað at hava tað í, sigur TB venjarin Páll Guðlaugsson.

Allir TB spælararnir eru tøkir undan grannauppgerðini við Stórá í Trongisvági seinnapartin.

 

Leygardagin tapti FC Suðuroy 3-1 á heimavølli ímóti B36. Seinastu ferðirnar hevur úrtøkan annars verið góð, og tað hevur verið kærkomið, at manningarligu broytingarnar hava verið fáar og smáar. Eisini í dag eru allir teir tøkir, sum hava mannað liðið seinastu ferðirnar.

Hóast fleiri spælarar eru nýggir í Vági, so hevur Jón Pauli Olsen megnað at samanspæla liðið. FC Suðuroy venjarin vónar, at avrikið verður betri, enn tað var ímóti B36:

-Serliga í 1. hálvleiki ímóti B36 var avrikið ikki sannførandi. Tað skal vera betri í dag, um vit skulu vinna úrtøku ímóti TB, sigur FC Suðuroy venjarin.

Tað eru trý ár síðani, at TB og FC Suðuroy hittust í bestu deildini við Stórá. 13. juni í 2012 vann TB 3-0. Bara tríggir, sum tá vóru á TB dómaraseðlinum, vera við í dag. Teir eru Ivan Stojkovic, Rógvi Joensen og Teitur Justinussen.

Hjá FC Suðuroy eru fleiri við, sum eisini vóru tað fyri trimum árum síðani: Heri Kjærbo, Palli Augustinussen, Jón Krosslá Poulsen, John Tordar Poulsen og Dánjal Godtfred.