TB/FCS/Royn: Samstarvið heldur helst ikki fram

Soleiðis verður seinasta samskiftið skilt millum partarnar

Tað er í løtuni ósemja í samstarvinum millum TB og FC Suðuroy, sum seinastu tvey árini hava lagt saman við Royn til TB/FCS/Royn. Eitt samstarv, sum eisini hevur havt heitið Suðringar. Nú er líkt til, at ósemjan um heimavøllin kann forkoma samstarvinum.

 

Les eisini: TB mælir til samstarv

 

Hóast nevndin í TB hevur alment boðað frá, at hon ynskir framhaldandi samstarv, so kann nevndin í FC Suðuroy ikki góðtaka samstarvstreytingar. Í skrivi til FC Suðuroy skrivar formaðurin hjá TB, Henrik Thomsen, at treytin er, at heimavøllurin skal verða við Stórá komandi árini.

 

Les eisini: Haldið fram við samstarvinum (Glenn Ståhl)

 

Hesum treytunum ynskja tey ikki at ganga á møti í FC Suðuroy. Nevndin hjá FC Suðuroy metir, at hetta ikki er í tráð við treytirnar í samstarvinum, og skilja boðskapin sum at samstarvið er endað. Í aftursvari til TB hevur formaðurin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen, takka fyri samstarvið, sum nevndin hjá FC Suðuroy metir við hesum er uppsagt.

 

Eitt mál hevur verið jóansøkudysturin, sum bleiv spældur í Vági. Her verður eisini boðað frá frá nevndini hjá TB, at ein slík flyting av dysti heldur ikki skal fyrikoma í framtíðini. Í løtuni spælir TB/FCS/Royn upp á loyvið hjá TB í Betri deildini, meðan FC Suðuroy hevði byrjað í 2. deild, eftir at næstbesta liðið flutti niður úr 1. deild.