TB framvegis uttan áleypara

Liðtíðindi: Nýggjur spælararnir hjá TB eru ikki komnir til landið, og Mads Raben heldur ikki fram

Tvøramenn hava góðan verjupart, men tað gongur illa at skjóta mál í løtuni. Hóskvøldið verður fult umfar í Betri deildini hjá monnum. Talan er um 17. umfar, men liðini hava spælt 14 og 15 dystir. Hetta er orsaka av broytingunum, sum blivu gjørdar í skránni vegna koronasteðgin.

TB er fyri triðju ferð upp í slag á vitjan í høvðusstaðnum. Á ólavsøku spældi TB móti HB, sum vann 4-1. Sunnukvøldið vitjaði TB á Argjum til málleysan javnleik, sum gestirnir kunnu iðra seg um, tí teir høvdu størstu málmøguleikarnar.

TB hevur bara vunnið ein dyst í ár í landskappingini. Stóra avbjóðingin er at skjóta mál. Tað eru bara blivin til átta mál, sum er tað lægsta saman við botnproppinum Skála. TB hevur gjørt avtalu við sebiska áleyparin, tann næstan tveir metrar høgi Filip Obadovic, men hann er ikki komin til landið enn. Filip Obadovic verður ikki partur av dystinum móti B36 hóskvøldið á Tórsvølli.

TB gjørdi í summar eisini avtalu við 20 ára gamla danska málverjan, Mads Altschuler, sum sat á bonkinum móti AB. Hinvegin er Mark Kongstedt, ið kemur frá Næstved, ikki komin til landið enn. Hann og Filip Obadovic koma eftir ætlan til landið í komandi viku, eru boðini úr Trongisvági.

##med2##

Ndende verður ikki við

Tað kemur illa við, at Ndende Adama Guéye hevur leikbann til dystin. Hann hevur skorað tvey mál og verið ein lyklaspælari í miðverjuni. Tað er eisini ivasamt um Rógvi Joensen verður klárur. Hann mátti geva skarvin yvir í upphitingini til dystin á ólavsøku móti HB, og sat yvir móti AB sunnudagin.

Ein annar spælari, sum brotnaði á ólavsøku var Musah Armah. 21 ára gamli miðvallarin úr Ghana mátti berast av vøllinum við skaða í knænum. Eftir dystin segði Michael Winter, venjari hjá TB, at tað sá ikki gott út. Fyribils eru boðini tó, at hann er skaddur í ein til tveir mánaðir, heldur ein teir seks til níggju mánaðirnir, sum fylgja við einum ordiligum lið- ella krossbandsskaða.

##med3##

Týski venjarin hjá TB segði eisini, at tað kom ein útmelding frá Mads Raben skjótt. Danski áleyparin hevur verið eitt floppkeyp higartil, tá hugsað verður um at hann kom úr triðbestu deildini í Danmark, har hann var toppkjútti, og er í besta aldri. Tað er blivið til níggju dystir og einki mál fyri 24 ára gamla áleyparin, ið bara tríggjar ferðir hevur verið á vøllinum allar minuttirnar sambært Faroesoccer. Yvirskriftin á TB.fo var “Mads Raben verður farliga vápnið”. So bleiv ikki og í gjár bleiv tað kunngjørt, at samstarvið millum partarnar er endað. 

TB hevur klárt bestu verjuna av botn-fimm liðunum, men hesa ferð renna teir seg í vandamiklasta álopið. B36 hevur skotið flest mál í landskappingini higartil. Tí verður brúk fyri øllum snildum, um TB var verða besta svart/hvíta felagið í landinum.

##med4##

Liðtíðindi - TB:

Ikki við: Ndende Adama Guéye (leikbann, 4 gul), Musa Armah (knæskaði, 1-2 mánaðir)

Ivasamur: Rógvi Joensen (ryggskaði)

##med5##

Betri deildin 17. umfar:

Hósdagin 6. august:

B36-TB (18.00) Beinleiðis á FM1

ÍF-NSÍ (18.00)

Víkingur-HB (19.00) Beinleiðis á FM1

EB/Streymur-KÍ (19.00)

Fríggjadagin 7. august:

AB-Skála (19.00) Beinleiðis á FM1

Stigatalvan: (Farosoccer.com)

Nr.LiðDMMS
1.HB152740
2.152535
3.B36152634
4.NSÍ151832
5.Víkingur14923
6.ÍF14-720
7.EB/Streymur14-2010
8.TB14-127
9.AB15-276
10.Skála15-391