Sum landsstýriskvinna í mentamálum veit eg, at tað er lívsneyðugt at skipa útbúgvingarsamstarvið millum Føroyar, Danmark og onnur lond uppaftur smidligari enn nú.
Tað er ein ørgrynna av møguleikum, um vit bara nýta heimin, sum liggur víðopin fyri okkum, knýta tey neyðugu sambondini og gera tær góðu avtalurnar við aðrar hægri lærustovnar.
Útbúgving og vitan er einasti mátin at tryggja serliga Føroyum búskaparvøkstur í einum alsamt meira globaliseraðum heimi.
Hetta verður eitt av mínum hjartamálum, sum eg fari at nýta nógva orku upp á, um eg verði vald á fólkating.
Útbugving og búskaparvøkstur hanga óloysilig saman. Okkum tørvar bæði.