TB lýsir eftir fólki

Nýggi venjarin bjóðar á Linkedln spælarum við passi úr skandinaviskum londum at koma til TB at royna seg

Nýggi TB venjarin Lars Heiliger lýsir eftir spælarum í Skandinavia, sum eftir summarsteðgin skulu hjálpa Mads Altschuler, Jens Erik Bruhn, Andreas Midjord og Simon Søndergaard Rasmussen og hinum í TB

TB er niðast á støðutalvuni, og tvey stig í 13 dystum ber við sær, at tað skal nógv til í seinna parti av kappingini, um tað skal eydnast aldursforsetanum at sleppa undan niðurflyting.

 

Lars Heiliger hevur havt ábyrgdina av TB í trimum dystum. Hesar tríggjar ferðirnar hevur TB tapt við samantalda málmuninum 0-11 – 0-1 í Sarpugerði, 0-4 í Klaksvík og 0-6 í Gundadali ímóti HB. Lars Heiliger og hansara menn skuldu leygardagin á jóansøku spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi, men stutt undan dystarbyrjan varð tann dysturin útsettur.

 

Nú TB er farið í summarfrí og ikki skal spæla aftur fyrr enn ólavsøkuaftan, tá ið TB verður gestur hjá B36, liggja TB leiðslan og nýggi venjarin ikki á løtu síðuni. Bolt.fo visti at siga í gjár, at TB hevur skrivað undir sáttmála við finska miðverjan Toni Takamaki, sum síðstu tíðina hevur spælt í triðibestu finsku deildini.

 

TB venjarin heldur, at tað er brúk fyri fleiri spælarum. Á Linkedln sigur hann, at tað í TB er tørvur á spælarum, sum hava pass í Skandinavia. Hann útgreinar við at siga, at tørvur er á miðverja, bakki/kanti, sentralum miðvallara og álopsspælara.

 

Longu fyrst í mai boðaði TB frá, at Mark Kongstedt, sum síðsta summar flutti úr Danmark og til TB, fer av landinum nú í summar. Hann fer at spæla við Næstved í 2. deild, sum er triðibesta deildin í Danmark.  

 

Nýggi TB venjarin Lars Heiliger lýsir eftir spælarum í Skandinavia, sum eftir summarsteðgin skulu hjálpa Mads Altschuler, Jens Erik Bruhn, Andreas Midjord og Simon Søndergaard Rasmussen og hinum í TB