TB hevur fyri løtu síðan kunngjørt hvør verður nýggjur venjari hjá felagnum. Tað verður Hans Fróði Hansen, sum tekur við eftir Milan Kuljic, sum ikki heldur fram í felagnum.
Hans Fróði Hansen, sum hevur drúgvar royndir sum fótbóltsspælari, varð fyrr í ár settur sum ítróttarstjóri. Hann er nú settur sum høvðusvenjari, meðan Karl Øster verður hjálparvenjari.
– Drúgvu royndirnar hjá Hans Fróða, á ymiskum økjum, samantvinnað við hansara persóni, fekk okkum at halda, at hann er júst tann rætti maðurin til TB. Nógvir ungir leikarar eru í hópinum, og hesar kann Hans Fróði leggja lag á, og fáa teir at trúgva á egnan mátt. Hetta er jú av størsta týdningi, og um nakar veit tað, so er tað júst Hans Fróði, sigur formaðurin hjá Tvøroyrar Bóltfelag, Andre Dalfoss við heimasíðuna hjá TB í dag.