Í dag er 7. umfar í 1. deild í fótbólti á skránni. Tríggir dystir eru klokkan 15, ein klokkan 17 og ein klokkan 18.
TB hevur longu eftir 6 umfør sett beina kós ímóti bestu deildini. Tvøramenn eiga fulla úrtøku, nú teir eru á veg til Klaksvíkar. Stigatalvan sigur, at TB er stórfavorittur, tí KÍ hevur tapt fýra ferðir og bara vunnið eina ferð.
FC Suðuroy fær vitjan av HB, sum higartil ikki hevur vunnið nakað stig, og 07Vestur er á veg til Leirvíkar.
B36 er topplið í bestu deildini, og eisini í næstbestu deildini gongur tað árstalsfelagnum væl. Higartil hevur B36, sum í dag fær vitjan av NSÍ, skorað flest mál av øllum í 1. deild.
EB/Streymur, sum hevur vunnið trý stig, fær vitjan av AB. Hjá argjamonnum hevur tað ligið væl betri fyri enn í bestu deildini. AB er á triðja plássi.
7. umfar í dag
KÍ-TB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
Víkingur-07Vestur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00
EB/Streymur-AB: Bent Tommy Linklett kl. 15.00
B36-NSÍ: Johan Petur Michelsen kl. 15.00
FC Suðuroy-HB: Eiler Rasmussen kl. 17.00
Støðan undan 7. umfari
TB 18
B36 15
AB 10
NSÍ 9
07Vestur 9
Víkingur 7
FC Suðuroy 7
KÍ 4
EB/Streymur 3
HB 0
Øll liðini hava spælt 6 dystir uttan FC Suðuroy og EB/Streymur, sum hava spælt 5 dystir, og Víkingur su hevur spælt 4 dystir.
mynd: tb.fo