Tað ljóðar ikki heilt rætt. Tú kanst ikki vinna 0-0. Tað ljóðar heldur ikki rætt um tú hyggur eftir stigatalvuni, tí tað eru fá stig, ið skilja liðini. Hyggur tú hinvegin eftir stigatalvuni í 2007, so var NSÍ FM vinnari, meðan TB endaði nummar fýra í næstbestu deildini – 26 stig aftanfyri nummar eitt.
Fyri trimum árum síðani vóru tað bara tey mest bjartskygdu viðhaldsfólkini kring felagið, ið mettu, at TB hevði nakað sum helst at gera í bestu deildini. Best var bara at leggja saman við FC Suðuroy søgdu fleiri.
Í so máta er tað ein sigur fyri TB, at felagið í gjár uttan stórvegis hóvasták megnaði at fáa stig móti NSÍ á útivølli, og ongin sær nakað óvanligt í tí. Tað er ikki nøkur yvirskrift longur, at TB fær stig . Heldur ikki, um teir fáa tað á útivølli móti einum av størru feløgunum í landinum. So langt er TB komið í ár.
Teir eru átta stig frá niðurflytingini og bara fimm stig frá silvurheiðursmerkinum. Í so máta vann TB 0-0 við Løkin í gjár.
TB omaná í fyrra hálvleiki
Í fyrra parti av fyrra hálvleiki var vóru gestirnir av Tvøroyri omaná. Miðverjan við Óla Johannesen og Babacar Ndiour tók sær av verjupartinum, meðan Rógvi Joensen, Ndende og Nicky høvdu takið á miðvøllinum, meðan U21 landsliðsframherjin, Poul Ingason, legði stórt trýst á verjuna hjá NSÍ.
TB hevði fleiri skot á mál áðrenn NSÍ hevði sína fyrstu roynd. Serliga Poul Ingason vísti styrki í nærdystinum, har hann eisini vann luftdystir móti Pól Jóhannus Justinussen, sum má mestast millum teir sterkastu í luftspælinum í føroyskum fótbólti.
Sum hálvleikur gekk fekk NSÍ betri fatur á spælinum og kom til størsta møguleikan í fyrra hálvleiki, tá Árni Frederiksberg sendi bóltin innfyri til Andy Olsen, sum tætt undir málinum skjeyt uppum.
Samanumtikið var TB omaná í fyrra hálvleiki og hevði fleiri royndir, meðan Andy tó hevði tann størsta.
Lítið spæl í seinna hálvleiki
Seinni hálvleikur var lítið hendingaríkur og tað var lítið av góðum bóltspælið. NSÍ spældi beinleiðis álopsfótbólt har miðjan verður lopin um. TB megnaði ikki minni mun at koma til góðar royndir, hóast teir komu í onkrar góðar støður. Vandamiklasta møguleikan mundi Klæmint Andrasson Olsen fáa, tá hann við handari stong fekk fótin á innlegg, men í evstu løtu kom verjuspælari fyri.
Seinni parturin av seinni hálvleiki hevði lítið upp á seg. NSÍ rann seg í rangstøðufelluna fleiri ferðir, meðan TB ikki megnaði at fáa takið á millum annað Pól Jóhannus Justinussen í nærdystunum, tá teir sendu bóltin fram.
Ongin vanlukka fyri NSÍ – ein staðfesting fyri TB
Fyri NSÍ kemur javnleikur ikki beinleiðis væl við, men havandi í huga, at teir spældu mikukvøldið í steypakappingini, so er eitt stig ongin vanlukka. Millum annað taptu KÍ og Víkingur, sum eisini spældu mikukvøldið, sínar dystir.
NSÍ tykist framvegis leitað eftir einum leisti, sum skal føra liðið longur fram á stigatalvuna. Klæmint er ikki eins málsøkin, sum hann hevur verið fyrr. Fær hann hol á málskjótingina, so kemur tað at muna væl. Tað eru tvey stig niður til nummar átta og tað eru trý stig upp til nummar tvey.
Fyri Tb er hetta ein staðfesting av, at TB sannlíkt verður verandi í bestu deildini eitt ár afturat. Teir hava átta stig fleiri enn 07 Vestur á níggjunda plássi, men tykjast heldur hava eyguni eftir liðunum framanfyri seg.
Spennandi U21 landsliðsspælarar
NSÍ og TB hava til samans tríggjar spælarar áU21 landsliðnum. Allir tríggir byrjaðu inni við Løkin í gjár. Árni Frederiksberg fyri NSÍ og Rógvi Joensen og Poul Ingason fyri TB. Allir tríggir vóru millum teir betru spælararnar á vøllinum.
Árni Frederiksberg spæla í útgangsstøði á vinstra vongi, men skifti eisini við Andy Olsen, sum spældi á hinum vonginum. Árni hevur góðan bóltførleika og er ikki bangin fyri at avgera dystir. HAnn vísti í løtum hví hann er á U21 landsliðnum. Hann hevur góð innlegg, er arbeiðssamur og hevur góðan bóltførleika. Hóast tað er torført at gera nakað við bóltinum á vøllinum við Løkin, so megnaði hann fleiri ferðir at seta menn av í kroystum støðum.
Á miðvøllinum hjá TB húsast Rógvi Joensen. Hann hevur á ungum aldri fingið ábyrgdina sum liðskipari. Tann uppgávan tykist ikki tyngja unga mannin, sum stríddist til hann ikki kundi ganga meir. Umframt at stríðast og geva seg í øllum nærdystum, so hevur hann eisini eitt gott eyga fyri spælinum. Hann var at kalla allastaðni til hann móti endanum nærmast mátti berast av vøllinum við krampa í tjúkunum.
Í álopinum bardist Poul Ingason sum ein yvirvaksin bjørn, hóast hann bara er 17 ára gamal. Tað er ein staðfesting av hansara góðu evnunum at skjóta mál, at hann hevur skotið fimm mál í landskapingini higartil og er úttikin til U21 landsliðið. Sjálvt Pól Jóhannus Justinussen hevði trupulleikar av honum í luftspælinum í gjár. Poul er sterkur, skjótur og er ikki bangin fyri at skjóta, tá hann nær møguleikan.
Hesir tríggir spældu allir væl í gjár eru verða og tað verður óiva spennandi at flygja hesum monnum tá teir í næstum bara at umboða U21 landsliðið.
Stubbi 1:
Vøllurin í Runavík skiftast
Tað kemur føroyskum fótbólti og ikki minst NSÍ til góðar, tá vøllurin við Løkin í Runavík í summar verður skiftur. Tað ber als ikki til at spæla á vøllinum og tað ger næstan allar dystirnar rótutar. Vit gleða okkum!
AV! “Hann klípur!
Soleiðis ljóðaði eitt gallróp í brotsteiginum, tá eitt innkast bleiv tveitt innfyri. Tað hoyrdist um allan vøllin og helst munnu tey flestu hava hugsað hví fótbóltsspælarar klípast. Men fótbóltsverðin blívur bara meiri og meiri metrosexuel, so hetta er nokk bara eitt stig á leiðini?
NSÍ:
Kristian Joensen: 4
Helt málið reint. KOm út til fleiri innlegg og boksaði vekk og bjargaði teimum møguleikinum, ið TB hevði.
Monrad H. Jacobsen: 3
Stóð seg væl í verjustøðu og sjáldan komu álopini hjá TB gjøgnum hjá honum. Var ikki so nógv at síggja í framrættaða spælinum.
Pól Jóhannus Justinussen: 4
Hevði trupulleikar av Poul Ingason í luftspælinum í fyrra hálvleiki, men spældi annars sannførandi í verjupartinum og hevði onkra roynd móti málinum eftir deyðbóltar.
Jónhard Frederiksberg: 3
Var fluttur inn í miðverjuna, tí Jens Joensen ikki er tøkur. Spæli sum so ein fínan dyst. Er ikki upprunaligur miðverji, men tað sást ikki aftur á vøllinum.
Einar Tróndargjógv: 3
Átti lut í fleiri av málroyndunum hjá NSÍ. Hevði tvey skot og hevði frísparksinnlegg og long innkøst. Var ikki eins sannførandi í verjustøðu.
Magnus H. Olsen: 2
Var næstan ikki á bóltinum og tað var ikki hansara skyld. NSÍ leyp miðjuna um í uppspælinum og tað gjørdi, at Mangus og hinir á miðvøllinum næstan ikki fingu bóltin. Hevði eina ferð ein frálíkan møguleika at send Jann Martin í góða støðu, men sá tað ikki.
Andrass Frederiksberg: 2
Eins og Magnus, so var hann næstan ongantíð á bóltinum. Taptið slagið móti Ndende, Nicky og Rógva Joensen. Varð útskiftur í seinna hálvleiki.
Árni Frederiksen: 4
Millum teir bestu hjá NSÍ. Hevði fleiri góðar dribblingar og innlegg, men einki bleiv umsett til mál. Millum teir vandamiklastu á vøllinum.
Jann Martin Mortensen: 4
Spældi á framrættaða miðvøllinum og var lívligur. Hann rann seg fleiri ferðir í góðar støður, men fekk ikki røttu bóltarnar at arbeiða við. Millum teir besti hjá NSÍ.
Andy Olsen: 2
Var ikki so sjónligur sum hinir báðir á framrættaða milvøllinum. Hevur ikki sligið til í NSÍ síðani hann kom aftur frá KÍ. Megnaði ikki at seta sín dám á dystin í gjár.
Klæmint A. Olsen: 3
Var einsamallur í álopinum, men royndi at arbeiða hart. Kláraði nakrar ferðir at fáa fatur á torførum bóltinum og var bara millimetrar frá at snýta rangstøðufelluna hjá TB.
TB:
Ivan Stojkovic: 4
Kom væl út úr málinum, tá NSÍ spælarar blivu spældir inn um verjuna. Var eisini tryggur í hornaspørkum og frísparksinnleggum.
Eirkur M. Ellendersen: 2
Hevði trupulleikar av Árna Frederiksberg og Klæmint A. Olsen, tá teir brutu ígjøgnum, men kom annars fínt frá uppgávuni.
Óli Johannesen: 5
Stóð móti øllum, sum NSÍ sendi móti honum. Lá langt frammi á vøllinum og stýrdi verjuni og rangstøðufelluni við harðari hond.
Babacar Ndiour: 4
Spældi eisini væl í verjuni. Tykist sum eitt gott keyp. Veit hvat hann ger, hevur góðan bóltførleika og tekur ongar óneyðugar kjansir í verjuni. Sterkur í ein móti einum støðum.
Teitur Justinussen: 3
Hevði gott tamarhald á einum ikki so sjónligum Andy Olsen. Stóð væl í verjustøðu, men var ikki so nógv at síggja frammanfyri miðjuna.
Ndende: 4
Millum teir bestu á vøllinum. Vann nógvar nærdystir og royndi sum best bar til at spæla bóltin. Aftur her hevur TB gjørt eitt gott keyp. Fyllur nógv á miðvøllinum og tykist hava góðan hugburð á vøllinum eisini.
Nicholas Ferenc Diverdics: 3
Hevði onkrar góðar aktiónir í framrættaða spælinum og stríddiast annars væl. Hevur góðan bóltførleika og átti lut fleiri álopsroyndum.
Rógvi Joensen: 4
Ein ordans kempari. Stríddist allan dystin á tamb. Var lívligur og ágangandi í bæði verjustøðu og álopsstøðu. Spennandi um hann sleppur upp í part á U21 landsliðnum.
Dan Mortensen: 2
Er altíð raskur, men í gjár kom ov lítið burtur úr í framrættaða spælinum. Leggur altíð nógvar kilometrar eftir sær.
Aron Sørensen: 2(Út 46.min)
Fyllur nógv og er ikki mjúkur at strúka, tá hann kemur buldrandi fram eftir vøllinum. Hevði tó ikki stóran lut í álopsspælinum og mátti fara av vøllinum við skaða í hálvleikinum.
Ragnar Tausen: 3(Inn 46.min)
Er ein heilt onnur týpa enn Aron. Er lættur og tekniskur. Vísti í løtum góðar eginleikar, men tað er høpileyst at spæla á vøllinum og tað gekk millum annað út yvir Ragnar.
Poul Ingason: 4
Sterkur sum ein oksi og tað fekk Pól Jóhannus Justinussen at kenna í fyrra hálvleiki. Hevði onkra góða roynd á mál og royndist annars væl í álopinum. Kann blíva betri í avspælingsspælinum, men er annars ótrúliga spennandi at fylgja.