Útbygging skal styrkja Pure Water

Pure Water byggir út, so arbeiðið hjá virkinum kann verða smidligari, og framleiðslan kann økjast í framtíðini

 

Klaksvík: Pure Water í Klaksvík er í holt við eina útbygging av virkinum, sum skal tryggja virkinum størri møguleikar at arbeiða ymisk fiskasløg, samstundis sum øll krøv til matvøruframleiðsluna verða uppfylt. Eisini er ætlanin at økja um munandi virksemið á virkinum í framtíðini.

Pure Water er gamla Roykivirkið í Klaksvík. Nú eru tað JFK, Grønanes og onnur sum eiga virkið, og stjóri á virkinum eru Eyðbjørn Poulsen.

Útbyggingin av virkinum fer fram suðureftir móti stóra bygninginum hjá Northern Fish Cold Storage, og tá arbeiðið er liðugt seint í hesum árinum, hevur Pure Water 600 fermetrar afturat at ráða yvir.

? Tað eru fleiri orsøkir til, at vit byggja út. Vit vilja gjarna hava ein smidligari framleiðslu, so vit kunnu arbeiða ymisk fiskasløg á tveimum linjum. Tað ger, av vit skjótari kunnu skifta millum framleiðslurnar, sigur Eyðbjørn Poulsen.


Betri arbeiðsgongd

Pure Water hevur higartil mest arbeitt laks, men útbyggingin fer at gera tað gjørligt at arbeiða meira av toski, upsa og hýsu, samstundis sum laksaframleiðslan er í gongd.

? Vit vilja lúka øll krøv, sum eru til framleiðslu av matvørum, og útbyggingin skal eisini tryggja hetta í framtíðini. Harafturat fáa vit eina betri arbeiðsgongd eftir útbyggingina. Tað ræður um at arbeiða fiskin skjótt og væl, og har hava vit longu gjørt framstig, sigur stjórin á Pure Water.

? Vit fara eisini at automatisera onkrar partar av framleiðsluni meira. Serliga seinasti parturin av framleiðsluni við pakking og frysting verður í framtíðini meira automatiseraður.

Í løtuni arbeiða millum 30 og 40 fólk á Pure Water, men tá útbyggingin er liðug verður brúk fyri meira fólki á virkinum.


Neyðugt við samstarvi

Virkið, sum liggur á vestara kaiøkið í Klaksvík, roknar við at virka um 2500 tons av fiski í hesum árinum, men framyvir er ætlanin at økja um framleiðsluna. Virkið vónar, at tað í framtíðini kann taka ímóti millum 4 og 5000 tons av fiski.

Pure Water hevur tætt samstarv við JFK og Kósavirkið, og tað heldur stjórin er neyðugt.

? Stóru kundarnir uttanlands vilja hava pakkaloysnir. Tú skalt kunna bjóða teimum eitt breitt úrval av vørum, og tú skalt kunna lata vøruna, tá teir hava brúk fyri tí. Tí er tað umráðandi við samstarvi innan fiskivinnuna, so tú kanst hava eitt gott úrval, og tú hevur rávøruna til virkið, sigur Eyðbjørn Poulsen.

Hann heldur eisini, at tað er ein fyrimunur fyri føroysku virkini, at tey samstarva, tí tað fæst ofta meira burturúr mótvegis útlendskum kundum.

Pure Water útflytir lidnar vørur til nógv lond í Europa. Týskland, Frakland, Ongland og fleiri norðurlond fáa vørur frá Pure Water, meðan so at siga eingin útflutningur er til USA.