Útbyggingin dregur út

Ætlanin var, at Føroya Sjómansskúli skuldi byrja nýggja skúlaárið við útbygdum skúla. Men útbyggingin verður ikki liðug fyrr enn í oktober

 

Edvard Joensen

Tórshavn: Útbyggingin av Føroya Sjómansskúla, sum skuldi vera liðug til skúlaársbyrjan, verður ikki liðug fyrr í næsta mánað.

Føroya Sjómanskúli stendur fyri eini útbygging upp á eina 24 milliónir krónur. Bæði skúlastovur og serhøli verða bygd upp í skúlan, umframt at nýggj tól skulu setast upp.

Petur Hans Dahl, virkandi stjóri á Føroya Sjómansskúla, sigur, at vígslan av hesum nýggju hølunum er útsett og er nú sett at verða tann 20. oktober.

Millum nýggju tólini, sum Sjómansskúlin nú fær, er ein radarsimulator. Hann er norskur, og norskur installatørur hevur verið og sett hann upp. Simulatorurin er royndarkoyrdur og tykist at virka væl, sigur Petur Hans Dahl.

Talan er um nýtt slag av simulatori, nevnt Polaris. Hann fer at standa í kjallaranum, men í sambandi við nýggju brúnna, sum gjørd verður í samband við stóru útbyggingina.

Nýggi radarsimulatorurin, sum keyptur er frá Nordkontrol, er partur av einum pakka, har Maskinskúlin eisini hevur fingið tól í, sigur Petur Hans Dahl.

Eisini á brúnni verða nýggja tól sett upp, sigur virkandi sjómansskúlastjórin. Tey verða keypt fyri millum annað tann kenda kekkin, Maersk McKinney Møller hevði í lummanum, tá hann vitjaði skúlan herfyri.

Tá bygt verður út, er tað vanliga tí, at hølisviðurskiftini ikki eru nøktandi. Soleiðis var eisini hjá Føroya sjómansskúla. Til dømis, sigur Petur Hans Dahl, var sera stórur tørvur á eini samkomuhøll, sum samstundis kundi brúkast til matstovu. Umframt sjálvandi vanligar skúlastovur og serstovur.

Samstundi sum hendan útbyggingin er í gongd, frættist, at næmingar, sum ganga á Fróðskaparsetri Føroya, fara at fáa undirvísing á Sjómansskúlanum.

Her er talan um eina neyðloysn, sigur Petur Hans Dahl. Avtalað er við Fróðskaparsetrið, at næmingar haðani skulu sleppa inn á Sjómansskúlan hetta fyrsta hálva árið, tí Fróðskaparsetrið hevur akuttar hølistrupulleikar.

Næmingatalið á Føroya Sjómansskúla er vaksandi, sigur Petur Hans Dahl, settur stjóri á Føroya Sjómansskúla. Nýggi flokkurin, sum byrjaði nú eftir summarfrítíðina, telur 21 næmingar.

Tað er tó tíverri soleiðis, at ikki allir kunnu rokna við at fáa vinnubræv, beinanveg teir eru lidnir, hóast teir standa við einum prógvi í hondini.

Fyri at fáa vinnubrævið krevst, at tú hevur seks mánaða siglingartíð við farmaskipi. Men tað stendur einki til soleiðis við farmaskipum í Føroyum, so ikki er hýra til allar.

-Men føroysku reiðaríðini, sum hava farmaskip, hava verið ógvuliga fyrikomandi og lagalig móti ungu monnunum, sigur Petur Hans Dahl. Hann nevnir serliga Skipafelagið Føroyar og Smyril Line, sum hava gjørt nógv fyri at lata nýklaktar skipsførarar sleppa umborð á farmaskipini sum dekkarar.

Petur Hans Dahl heldur, at neyvan nakrastaðni yvirhøvur hava so nógvir skipsførarar siglt sum dekkarar sum umborð á Norrønu.