Útbyggja bátahylin í Hvalvík

Arbeiðið at útbyggja bátahylin í Hvalvík líður sera væl. Tá arbeiðið verður liðugt, verður pláss fyri einum 30 bátum afturat í bátahylinum

Síðan í heyst hevur verið arbeitt við at leggja ein verjugarð uttan um sunnara partin av bátahylinum í Hvalvík. Orsøkin til arbeiðið er, at sera ófriðarligt hevur verið í bátahylinum í ymsum ættum, serliga tá hann hevur ligið av landnyrðingi.

Verjugarðurin fer at gera, at bátarnir kunnu liggja tryggir har alt árið. Harafturat verður pláss fyri einum 30 bátum afturat í bátahylinum, tá arbeiðið er liðugt.


Grót frá SEV

Stutt frá Hvalvík liggur Norðskálatunnilin, og har arbeiðir SEV í løtuni við Eiði 2 verkætlanini, har teir bora frá tunnilsmunnanum við Norðskála og norður til Svínáir. Eisini verður seinni borað suður til Selatraðar, so mekira vatn fæst til Eiðisverkið við Ljósáir. Tað eru sera stórar mongdir av gróti, ið koma burturúr hesum arbeiði, og hetta hevur Sunda Kommuna fingið sum mest burturúr. Sunda Kommuna hevur gjørt avtalu við SEV um at taka móti 100.000 tonsum av gróti, sum umframt til bátahylin í Hvalvík, eisini verður nýtt til havnaløgini í Hvalvík og á Oyri.