Útbyggja gassfelt fyri 17 mia. nær føroyska markinum

Um somu tíð sum bretska oljufelagið BP boðar frá, at tað tekur seg úr Føroyum, tí tað heldur vil gera íløgur aðrastaðni í heiminum, arbeiðir franska olju- og gassfelagið Total, við eini ætlan at brúka umleið 17 milliardir kr. uppá fyrstu gassframleiðsluna millum Hetland og føroyska markið. Eins og risastóra oljukeldan Clair, sum varð funnin fyri meira enn 30 árum síðani og sum liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið, ikki varð bygd út fyrr enn fyri fáum árum síðani, so tykist gasskeldan Laggan, ið finst nærhendis, at fáa somu jaligu lagnu. Hon varð funnin um somu tíð sum Clair, men eins og Clair hevur ikki verið ráðiligt at fara undir lønandi framleiðslu fyrr enn nú.

Eftir at hava brúkt nógvar milliardir til boring og kanningar er Total nú komið hartil at biðja fyritøkur í oljuídnaðin gera seg klárar til at bjóða uppá komandi gassútbúnaðin. Ein rørleiðing skal flyta gassið frá Laggan/Tormore feltinum til lands í Hetlandi, har eitt gassvirki verður bygt, og haðan verður gassið flutt víðari gjøgnum eina 250 milometrar langa rørleiðing til Skt. Fergus terminalin í Skotlandi. Haðani skal gassið so sendast víðari til brúkararnar í Bretlandi.

Oljubløð sum Uppstream og eisini Shetland News heimasíðan gera nógv burtur úr spennandi gongdini, nú útlit loksins eru til, at fyrsta gassfeltið á Atlantsmótinum verður bygt út. Fólk frá Total hava júst vitjað í Hetlandi fyri at kunna politikarar og umsiting har um, at útbyggingin fer at skapa meira enn 400 arbeiðspláss í Hetlandi í útbyggingartíðini frá 2010 til 2013. Eftir tað verður talan um eini 60 føst arbeiðspláss.

Talan er um eina risaíløgu uppá ikki minni enn 2 mia. pund ella millum 15 og 20 milliardir krónur. Total vónar at fáa endaligu góðkenningina frá bretskum myndugleikum seinast í september, soleiðis at fyrsta gassið verður veruleiki miðskeiðis í 2013.

Ætlanin kann fáa alstóran týdning fyri orkuveitingina í Bretlandi í framtíðini. Tí hon er bara byrjanin. So skjótt sum hon fer í gongd, vera onnur gassfelt í økinum bráddliga lønandi at byggja út eisini. Og fyri Føroyar og kolvetnisleiting her kann henda útbygging fáa alstóran týdning, um so er at gass verður funnið her eisini.