Team Klaksvík bjóðar til legendudyst á norðoyastevnu

Undirhaldsvirðið hevur ongantíð verið hægri, boðar Team Klaksvík frá

Samansett mynd: Team Klaksvík

Team Klaksvík skrivar á facebookvanga sínum:

 

Aftur í ár fara Team Klaksvík legendurnar at spæla dyst á Norðoyastevnu. Í fjør var um reppið at teir vunnu dystin, og í ár hava teir bjóðað Kyndils legendum av.

Kvikleikin er møguliga ikki tann sami sum fyrr, men undirhaldsvirðið hevur ongantíð verið hægri!

 

Kom í KÍ høllina fríggjakvøldið 29. Mai. Kanska tú ert heppin at síggja eitt legendariskt hoppskot frá Fríðin Ziskason, ella ein lekkran skrúvubólt frá Jón Jacobsen.

 

Dysturin byrjar klokkan 19 fríggjakvøld á Norðoyastevnu. Skrivar Team Klaksvík.

 

##med2##

 

Samansett mynd: Team Klaksvík

Samansett mynd: Team Klaksvík