G!Festivalurin
Við øllum hittunum, sum hava verið tráspæld í Rás2 í seinastuni, bergtóku ungu menninir í bólkinum teir uml. 4000 áhoyrararnar, sum vóru staddir á Gøtusandi. Longu tá ið karismatiski urguleikarin trein á pallin ílatin sínari eyðkendu gassmasku, geylaði fjøldin so nógv, at tað enn rungar í mínum oyrum. Og hetta er líkasum tað, sum eyðkennir Kaizers Orchestra. Teir eru annað enn tónleikur. Teir eru ein heild sum er størri enn tónleikur. Teirra tónleikur er samansettur við alskyns ljóðførum, sum annars ikki ofta verða nýtt sum ljóðføri. Tunnur, felgur, kúbein, gassar og ruskíløt eru ein partur av teirra tónleiki. Hesi ljóðføri verða nýtt sum slagverk, og hetta gevur tónleikinum eina eyka orkumikla dimensjón.
Hvøkkur í gleðiróminum
Júst sum Kaiziers vóru byrjaðir, fingu vit ein ordans hvøkk. Gittarleikarin, Terje Killmaster Kaizer, stillaði seg uppá eini tunnuna, og har stóð hann og rokkaði eina løtu. Veðrið var nakað vátt hesa løtuna, og eisini regnaði inn á pallin. Hetta førdi við sær, at tunnan sum Terje stóð á, gjørdist nakað hál. Og so hendi tað sum ikki mátti henda. Eina løtu sá út sum um hann skinklaði við vilja, men so small hann í gólvi. Hann datt skerflatur niður við gittaranum fremst á pallin. Hetta sá heilt ógvisligt út, og tað var eyðsæð, at hann hevði ilt. Hann lá eina løtu og gramdi seg, meðan hinir í bólkinum royndu at spæla víðari sum frægast.
Hann reistist so spakuliga, og tað var ongin ivi um, at hann var í ørviti. Hann kom á beinini, og tá sást blóð rundan um munnin og á hálsinum. Har komu fólk til og turkaðu blóðið av honum, og hann byrjaði so spakuliga at klimpra uppá gittaran aftur.
Tað sást týðiliga at hann var kløkkur um hesa hending, men so við og við gjørdist hann klárur aftur, og spældi sum um onki var hent. Tó fór hann ikki aftur uppá tunnuna hetta kvøldið...
Egin genra
Tónleikurin sum Kazers spæla er nakað fyri seg. Hetta er ikki rokktónleikur, ikki er tað popptónleikur og hetta er ikki fólkatónleikurin. Men tónleikurin inniheldur allar hesar genrur allíkavæl.
Sjálvir kalla teir sín tónleik fyri sigoynaratónleik. Tú hoyrir nógv eyðkenni frá fólkatónleiki og valstónleiki, men teir hava eitt heilt egið útrykk. Tónleikurin er ógvisligur og sterkur. Og so er hann eisini rættiliga teatralskur.
Tá ið tónleikararnir nýta alt slagverkið, fer alt uppí eina hægri eind. Ljóðið verður so stórt, at tú næstan ikki kann skilja tað, og tú kanst ikki annað enn at hoppa við teirra tungu rútmum.
Við løgum sum Resistansen, Maestro og ikki minst Ompa til du dør, fingu teir okkum at flippa út og ompa við teimum.
Føroyskt íkast
Móti endanum bað sangarin seks føroyskar gentur um at koma á pallin. Hann peikaði nakrar út, og eftirlitsfólkið hjálpti teimum uppá pallin. Júst hvør teirra leiklutur var, veit eg ikki. Tær stóðu bara og sveiggjaðu við tónleikinum. Ein teirra var so mikið framlig, at hon fór at syngja við í einum lagið. Hetta var eitt stuttligt ískoyti til konsertina, sum føroyingum dámdi sera væl.
Samanumtikið skal sigast, at Kazers Orchestra stóðu fyri eini framúrskarandi konsert. Hetta var ein stór løta í stoltu G! søguni.