Teir raktu kamartónan!

UMMÆLI : Um vikuskiftið gingu nøkur Aldarinnar Gongutúr, meðan onnur upplivdu hann í huganum á Meiarínum. Edvard N. Debess og Teitur Lassen stóðu á odda í tónleikamyndini Aldarinnar Gongutúrur, ið var ein kærleiksváttan til Havnina, við tónleiki hjá Simma og Teimum av Kamarinum í øðrvísi hami. Men teir raktu kamartónan og hugnin var í hásæti

Um vikuskiftið vóru tvær framførslur av Aldarinnar Gongutúri - ein minnilig tónleikamynd.

Tórshavnar Býráð var við í samstarvinum um at gera eitthvørt í samband við aldaskiftið og ár 2000. Edvard Nyholm Debess eigur hugskotið og fór saman við Teiti Lassen undir veruligu ætlanina. Afturat sær valdu teir at hava úrmælingarnar Leiv Thomsen, guitar, og Trygva í Brekkunum, trummur. Henda kvartett kundi ikki annað enn bergtaka og taka áhoyraran á bóli.

Tað vil siga, tað kundu teir kanska. Um teir høvdu mælið so mikið nógv í kvørnini, at løgini, sum eru fólkaogn, gjørdust ókennilig og fussiónsjazzur ella okkurt tílíkt, so er ikki víst, at øll høvdu hugna sær.

Men tað gjørdu teir ikki. Tónarnir - klassikararnir - hjá Simma og Teimum av Kamarinum vóru í yndisligum, hugnaligum og viðhvørt skemtiligum búnum.

Páll Danielsen, sjónleikari, hevði leiklutin sum frásøgumaður. Hugleiddi um, hvussu tað var, tá fyrsti báturin rendi stevnið ímóti Tinganesi. Sum sjálvandi ikki nevndist Tinganes tá.

Framúr hugvekjandi hugleiðingar, ið tó høvdu skemt og hugna við. Ljóðupptøkur á ymsum støðum kryddraðu og hvørt tær vóru púra spontanar ella lagdar tilrættis er ikki til at siga. Væl riggaði í hvussu er, tá Páll t.d. rendi seg í ferðafólk, meðan hann stóð og hugleiddi á Tinganesi. Her er eisini upp á pláss at nevna framúr tøkningin Jónas B. Danielsen, ið stýrdi knøttunum.

Sum heild var talan um eina minniliga tónleikamynd, har hugni og skemt kom til sín rætt, samstundis sum evnið um okkara uppruna ikki var gloymt.

Hesir frálíku tónleikarar vóru sjálvir pallmynd. Ein kundi komið út fyri, at øgiligt hóvasták var, við ljósmyndum úr Havn í dag og fyrr, umframt eftirgerðir av gomlum smáttum o.s.fr. Men hetta var júst tilætlað, at so skuldi ikki vera. Tað var, og skuldi vera, ein uppliving, har lurtarin sjálvur kom í eitt umhvørvi, har hann sjálvur gjørdi sær sínar egnu myndir og hugsanir.


Upprunagesturin

Tónleikararnir loyvdu lurtarum, áskoðarum, heilt inn í teirra tónlistakamar. Ein intim uppliving av tí hugnaliga slagnum. Tónleikarar og frásøgufólk bert ein metur frá áhoyrarunum. Og einki annað var at hyggja at, enn júst tað, sum gekk fyri seg.

Og júst úr aldarinnar skattkømurum høvdu teir grivið fram føroyskar sangskattir. Við hegni framførdu teir Teir sigla, Hønan, Tá kvøldið kemur, Flamman og mangt annað.

Óivað fór eingin órørdur útaftur. Sera skemtiligt var t.d. útsetingin av Hønuni í Túni hjá Simma. Ístaðin fyri vanliga millumspælið, kom byrjan til Sinatra-lagið New York New York. Eisini sangurin um fyrstu flammuna eydnaðist stak væl og skemtiliga í rættiligum bóndasciffle ella hvat ein kann kalla slíkt.

Tá Teitur sang sangin um mammuna, hjá Teimum av Kamarinum, mundi okkurt tár banka uppá fyri at sleppa út at renna. Sera vakurt og hugtakandi.

Sum heild eitt kvøld, har tónleikurin var fyri øll, eins og løgini altíð hava verið tað. Eingin meiðslan ella neyðtøka av gomlum klassikarum og føroyskari fólkaogn. Heldur ein yndislig váttan frá frægastu tónleikarum í Føroyum um, at her hava teir uppruna og hetta skal viðrast.

Onnur síða av søguni er so, at við slíkari samanseting av tónleikarum kann tað ikki ganga heilt galið!

Frammanundan var gjørt greitt, at ein upprunagestur kom á vitjan. Eingin visti tó, hvør hesin var.

Men tað má sigast at vera uppá sítt pláss, at tað var Nicolina (av Kamarinum), ið trein á pall. Sjálvsagt varð hon væl fagnað. Og so sang hon m.a. Tá kvøldið kemur. Hugtakandi og sera flott framførsla, ið Nicolina eigur rós fyri!

At greina júrt fyri teimum, ið ikki náddu at uppliva Aldarinnar Gongutúr, hvussu hesin var, letur seg neyvan gera. Staðfestast kann bert, at Simme og Tey av Kamarinum komu til sín rætt og fingu uppibornan heiður. Vit sluppu at kaga inn í gomul tónleikalig loynikømør. Vit fingu loyvi til at uppliva dagsins tónleikaúrmælingar lata fólkaogn í nýggjan búna og mugu staðfesta, at teir raktu kamartónan!! tað sum sína sergrein at skriva um altjóða kvinnufótbólt. Hann hevur síðani sent mær øll úrslit, og afturfyri havi eg sent honum úrslitini og hini hagtølini yvir teir dystirnar, sum vit hava spælt.


Yvirhálað

Tá vit spyrja Álvur, hvussu føroyski kvinnufótbólturin stendur seg nú sammett við í 1997, tá u?18 landsliðið fyrstu ferð tók lut í EM undankappingini, so svarar Álvur soleiðis:

? Luttøkutalið er vaksið ótrúliga nógv. Bæði tí áhugin fyri kvinnufótbólti er øktur kring Europa, og tí at so nógv nýggj lond hava sæð dagsins ljós. Nú luttaka 32 lond í kappingini. Vit vóru tíðliga uppií, og í 1997 vórðu vit flokkað í næstovasta styrkisbólkinum. Tað eru vit ikki longur, staðfestir Álvur Hansen, sum harvið ásannar, at menningin í nógvum av londunum, sum nú eru uppi í kappingini, hevur verið størri, enn hon hevur verið í Føroyum.

jh