James Terry Roach var avrættaður í South Carolina 10. januar 1986. Í 1977, tá ið hann var 17 ára gamal, játtaði hann seg sekan í at hava myrt tveir hvítar tannáringar og í øðrum ákærum m.a. kynsligum yvirgangi og ræning.
Hann var deyðadømdur hóast dómarin góðgjørdi
at hann hevði handlað undir ávirkan av einum eldri manni.
at hann var sálarliga tarn-aður
at hann hevði ?personl-ighedsforstyrrelser?
Annar sakførarin hjá hon-um var verandi hjá honum náttina fyri hann skuldi avrættast og lýsti soleiðis teir síðstu tímarnar hjá Terry.
?Hóast Terry var 25. ára gamal, tá ið hann doyði, tyktist hann sera barn-aktigur. Útsjóndin og hátt-urin hann bar seg at fyri fólki rundan um hann, tyktiskt fyri mær at vátta tað, ið kom fram við tí síðstu sálarligu metingini av honum: At hansara vitbýtis-tal (intelligent kvotient) var 70 - hetta javnsetti hann við eitt tólv ára gamalt barn. Tá ið hansara familjuprestur vísti honum á nakrar bønir í bíbliuni, ið teir kundu biðja saman, spurdi Terry hann, um hann helt tað verða nakrar serstakar bønir, ið kundu hjálpa hon-um til himmals; Hansara spurningur bendi á eina barnliga uppfatan av, at ein bøn helst ?virkaði? betur enn ein onnur, og at hann bara skuldi ráðførast um, hvør ið riggaði best.
Vildi verða góðtikin
Terry var ein sera óvirkin ungur maður, og tað sást týðuliga alla náttina. Hóast hann heilt givið var sera bangin, var hann so sam-starvsfúsur mótvegis fanga-vørunum sum gjørligt, og hann royndi at lata sum um, at hin ?rituella? fyrireik-ingin - høvdið og høgra bein var rakað, og langliga var streymleiðandi salva gníggja inn - var heilt nattúrlig. Hann vildi hava viðurkenning teirra rundan um hann og tað tyktist sum um, at hesa náttina kundu øll viðurkenna hann í og við at hann var djarvur og hevði tamarhald á óttanum.
Óttin kemur á...
Men tá ið fongsulsstjórin vísti seg við hurðina til klivan og læs avrættingar-kunngerðingina upp, ímeð-an Terry stóð við báðum hendrum læsum føstum í eini leinkju, ið nevnist ein ?klógv?, byrjaði vinstra beini at ristast við ógvus-ligum, óstýrdum rørslum. Síðani gekk tað sera skjótt fyri seg. Eg fylgdi honum yvir í ?stólin? og tosaði so nógv við hann sum gjørligt. Tá ið hann hevði lisið (sína síðstu) frágreiðing, søgdu vit nøkur fá orð við hvør annan... Eg fór frá honum og inn í vitnisbásin, haðani eg vísti honum ein upp-reistan tummilfingur, eg fekk sama tekini aftur, ella somikið hann nú einaferð kundi fyri reimunum. Vit góðu hvør øðrum einaferð afturat tekin, áðrenn mask-inan var smoygd niður um høvur hansara.
Sjálv avrættingin
Nøkur sekund aftaná var streymur settur til. Terrysa kroppur bendi sær afturá og stívnaði, meðan streymur fór ígjøgnum hann. Fá sekund seinni kom dampur úr kroppinum og húðin omanfyri elektroduna á høgra beini gjørdist heilt mislitt og blørut. Nevarnir knýttust og gjørdust heilt hvítir. Hann sjúnkaði saman tá ið streymurin var slíktur, men bendi sær afturá tá streymur var settur til aftur. Tá ið hann var váttaður deyður, strýddu vaktirnar líkið yvirá eina børu, ímeðan teir ansaðu væl eftir at fjala hansara andlit (ið ikki longur var fjalt av maskuni) fyri sjónarvátt-unum og mær, við at leggja eitt klæði á hann. Síðani fór eg út úr deyðs húsinum saman við fongsulsstjóran-um. Tá ið vit trinu útum bygningin, hoyrdi eg fagnaðarrópp frá 200 fólk-um, ið eftir øllum at døma vóru komin saman at halda avrættingina við nógvum ?hurrá? rópum uttanfyri fongsuslportrið.?
*