»...teir tosa úr Gøtu og suður í Vág
úr Føroyum til Hetlands eitt ílatog lá
hin rómverski pávin lá deyður ein dag
brátt vistu teir tað, brátt vistu teir tað«
Soleiðis tók Bjørt Samuelsen til í røðu í gjár, tá nýggi SHEFA 2 kaðalin varð alment tikin í nýtslu.
Tað var landsstýriskvinnan sjálv, sum »trýsti á knøttin«. Tað fór fram við at hon við músini trýsti á eitt ikon á telduni, og stutt eftir var sambandi gjøgnum SHEFA 2 kaðalin heilt niður til Telehouse London opið.
Fyri at venda aftur til »Í Gøtu ein dag«:
- »Ílatogið« var fyrsti telegrafkaðalin millum Føroyar og útheimin, sum eisini lá til Hetlands, og sum varð tikin í nýtslu í 1906, segði Bjørt Samuelsen.
Nýggja »ílatogið« gongur frá Klingruni í Hoyvík umvegis Maywick í Hetlandi, Ayre of Cara í Orkneyoyggjunum, Banff og Aberdeen í Skotlandi til Telehouse í London.
- Hesin nýggi kaðalin fer, saman við FARICE, at geva Føroyum trygt fjarskifti úteftir, og at kalla óavmarkaða fjarskiftisorku mótvegis útheiminum í nógv ár frameftir, segði Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele.
Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna, sannaði orðatakið, at »mangt broytist á mansins ævi«. Og fáar eru tær vinnur, har broytingarnar ganga skjótari enn júst innan samskiftisvinnuna.
- Minnist sjálv, tá eg sum smágenta var og vitjaði ommu og abba mín heima á Sandi, og spelaði oman á telefonstøðina, har hin smarta telefondaman sat og helt skil á leidningunum og vísti mær inn í klivan til telefonina, har telefonboð vóru norðuri úr Havn, segði Bjørt Samuelsen.
Avtalu við BT
Og landsstýriskvinnan helt fram:
- Lítið grunaði óvitin, at hennara egnu børn fá tíggjuár seinni fóru at ganga við telefon í lummanum, og hava hug at skifta hesar út eins ofta og tannbustina, fyri at kunna vera ajour við nýggjasta móta og møguleikarnar, segði hon.
SHEFA 2 kaðalin er størsta einstaka íløgan hjá Føroya Tele, og hevur kostað felagnum meiri enn 120 milliónir krónur. Hetta er samstundis fyrsti fipurkaðal, sum verður lagdur millum Hetland, Orkneyoyggjar og Skotland. Av tí sama hevur Føroya Tele kunna gjørt eina 15 ára avtalu við British Telecom um at teir nýta SHEFA 2.
Kaðalin gevur stórar møguleikar at bjóða samskiftistænastur til økini nærhendis kaðalinum, ikki minst til oljuvinnuna.
- Og SHEFA-2 kaðalin er ein farleið, til aðrar møguleikar. Eitt nú hava vitanartungar vinnur tørv á at flyta stórar mongdir av dáta millum Føroyar og umheimin fyri ein rímiligan penga, segði Bjørt Samuelsen.
Hetta er ein fýra ára long verkætlan, sum nú er førd út í lívið. Planlegging og botnkanningar vórðu gjørdar á heysti 2005 og í 2006, og sjálvt arbeiðið við at leggja kápilin fór fram í 2007 fram til summarið 2008.
Tað var kanadiska kaðalskipið »IT Intrepid«, ið legði kápilin. Hann er grivin niður í botnin og skuldi verið rættiliga væl vardur, eisini við tað, at hann er vardur við stálverju. Kaðalin er 800 kilometrar langur.