Tað hevur verið nógv upp og niður hjá ÍF. Eftir sigrar á heimavølli ímóti bæði KÍ og B36 tóktist tað sum um, at dagsskráin nú fór at verða at kappast um europeisku plássini. Síðani hevur talan verið um vónbrot oman á vónbrot. Botnurin var náddur við 3-2 tapi á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og serliga í 2. hálvleiki á heimavølli fríggjakvøldið ímóti NSÍ (0-3), var tað lítið sannførandi.
Hjá EB/Streymi hevur tað verið soltið, men sunnudagin eydnaðist tað at vinna fyrsta sigurin í ár – 2-1 á Argjum.
-Vit vóna, at hesin sigurin fer at bera við sær, at tað vendir hjá okkum. Hugburðurin er góður, og hetta ber við sær, at sjálvsálitið fær skump rætta vegin, sigur EB/Streyma venjarin Eliesar Olsen. Hetta er annað árið, at hann er venjari í bestu deildini, og hetta var fyrsti sigurin hjá honum í fremstu røð. Í fjør var Eliesar venjari á Skála fyrra partin av kappingarárinum.
Einasti EB/Streyma spælarin, sum ikki er tøkur, er Rasmus Dan Sørensen, ið er vøddaskaddur.
Hjá ÍF kemur tað illa við, at verjuálitið, veteranurin Bartal Elisen, er burturstaddur.
Aleksandar Jovevic var vónbrotin eftir stórtapið á heimavølli ímóti NSÍ. Tá varð ikki sørt gjørt burturúr, at spælararnir vóru troyttir fríggjakvøld eftir langa arbeiðsviku.
-Vit vórðu niðurspældir í 2. hálvleiki, tá ið mótstøðumenninir runnu frá okkum. Ímóti EB/Streymi verða fyritreytirnar betri, heldur ÍF venjarin.