Teistin á FM kós

Barnaróður gentur Genturnar á Argjum vunnu aftur í Vestmanna, og tá ið Spógvin endaði á fimta plássi ber tað við sær, at argjagentur eru sera nær FM heitinum

Fyri fimtu ferð av fimm møguligum eydnaðist tað leygardagin argja­gentum av vinna barnaróðurin.
Sig­urin var sannførandi, tí Teistin var meiri enn eina hálva bátslongd framm­an­fyri næsta bátin.
Størsti kappingarneytin hjá Teistanum hevur verið Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ. Merkis­vert er tað, at Spógvin hesa ferð endaði afturi á fimta plássi – sjey sekund aftanfyri vinnarabátin. Tað ber við sær, at argjatgentur eru væl á veg ímóti FM heitinum.
Drekin endurtók annað plássið, sum hann vann í Vági, og triðja plássið hjá Beintu var besta úrslitið hjá miðvágsgentum í ár.

1 Teistin 02:33.19
2 Drekin 02:35.22
3 Beinta 02:38.10
4 Fípan Fagra 02:38.20
5 Spógvin 02:40.01
6 Ørnin 02:40.23
7 Firvaldur 02:42.16
8 Sandingur 02:44.05
9 Svanur 02:47.01
10 Frúgvin 02:53.01

Støðan
1 Teistin 35
2 Spógvin 24
3 Drekin 23
4 Fípan Fagra 21
5 Ørnin 13
6 Jallurin 11
7 Beinta 9
8 Tambar 2
9 Svanur 1
10 Firvaldur 1