Tónleikur
Teitur Lassen hevur seinastu árini verið nógv á ferð við tónleikinum hjá sær. Langt áðrenn hann fekk sáttmála við plátufelagið Universal ferðaðist hann nógv í USA og Europa.
Endamálið var at spæla allastaðni, har hann slapp framat, at hitta fólk í tónleikavinnuni og at skriva nýggjar sangir.
Hetta gav eisini úrslit, tá ið hann gjørdi sáttmála við Universal, og síðani hevur fingið ein fløgu givnað út kring heimin.
Síðani »Poetry and Aeroplanes« kom á marknaðin í USA, Europa og aðrastaðni, hevur Teitur havt ein ørgrynnu av framførslum ? bæði smærri og størri.
Teitur hevur serliga spælt í USA, men hann hevur eisini fleiri ferðir verið á vitjan í Norðurlondum.
Nýggj konsertferð
Nú er Teitur farin á eina nýggja konsertferð, og hesaferð er hann ikki einsamallur um framførslurnar. Hann hevur ein bólk saman við sær, og Teitur og hansara tónleiakrar fara komandi 11 vikurnar at spæla í átta londum.
Mikukvøldið hevði Teitur konsert í Los Angeles, og síðani verða aðrar konsertir í USA. Frá 1. september til 11. september spælir Teitur í Norðurlondum, síðani skal hann vitja Týskland, Holland, Eysturríki, Ongland og Kanada, áðrenn konsertferðin endar í USA síðst í oktober.
Teitur hevur gjøgnum sínar mongu konsertir fingið alsamt fleiri fjepparar, og sølan av fløguni hjá honum hevur gingið støðugt hetta seinasta árið.
Tann nýggja konsertferðin fer uttan iva at økja enn meira um áhugan fyri tí føroyska tónleikaranum.