Ábendingar eru um, at Teitur Lassen veruliga er um at fáa fótin fastan sum tónleikari í USA. Ein føroyskur sjómaður, Andras Jóanesarson, sigur soleiðis:
- Tann 10. oktober 2004, fór eg spákandi úr flogfarinum, sum eg varð komin við
úr Washington, inn í komuhøllina í altjóða lufthavnini í Tampa, Florida,
USA. Meðan eg og gongan av ferðafólki ganga móti vidførisbandinum, streymar
tónleikur úr hátalarunum. Tá er tað at eg blívi ikki sørt kløkkur og glaður
og alt í senn, tí brádliga hoyrist lagið "Poetry and Aeroplanes" hjá Teiti
Lassen. Eg mátti steðga á undir einum hátalara og hoyra lagið liðugt.
Men bilsni hjá langt av landi skotna føroyinginum steðgaði ikki har. Tí enn ein uppliving bíðaði honum fáar tímar seinni.
- Um kvøldið, tá eg varð komin á hotellið, har eg skuldi verða um náttina, fór
eg niður á matstovuna at fáa mær ein bita. À matstovuni spæla tey eisini
tónleik og mín sann um ikki lagið hjá Teiti Lassen, "Poetry and Aeroplanes",
eisini verdur spælt har, greiðir Andras frá.
Niðurstøðan hjá føroyinginum í stóra landinum ?over there? er greið.
- Tann 10. oktober hoyrdi eg innanfyri nakrar tímar, tvær ferðir lagið "Poetry
and Aeroplanes" hjá Teiti Lassen á tveimum ymiskum støðum í Tampa, Florida,
USA. Tad er fantastikt, haldi eg. Takk fyri upplivilsi, Teitur, sigur Andras Jóanesarson. Hervið kann enn einaferð staðfestast, at tað gongur framá hjá Teiti Lassen í strembanini eftir at fáa tónleikaligt gjøgnumbrot á altjóða tónleikapallinum.