Nú er endaliga greitt at Teitur, saman við orkestri, kemur til Føroya at hava konsert í stóra salinum í Norðurlandahúsinum. Konsertin verður mikukvøldið 27. august kl. 19.30 Hetta er fyrsta konsertin Teitur hevur í Føroyum í meira enn eitt ár og samstundis fyrsta konsertin síðan vælumtókta fløgan The Singer kom út fyrr í ár. Roynt hevur verið at fingið Teit at lagt leiðina framvið í Føroyum, men torført hevur verið at finna ein dag, sum passar øllum pørtum. Teitur er nógv umbiðin at spæla uttanlanda. Beint áðrenn Teitur kemur til Føroyar skal hann spæla á einum festivali í Salzburg og beint aftaná konsertina í Føroyum hevur hann konsert í London.
Teitur gav út fløguna ?the Singer? fyrr í ár. Fløgan hevur fingið sera góð ummæli bæði í Føroyum og uttanlanda. Teitur fekk heiðurin at verða fyrstur á stóra Orange pallinum á Roskilde Festivalinum 2008.
Atgongumerki til konsertina fáast á kunningarstovunum í Havn, Fuglafirði, Runavík og Klaksvík og á www.nlh.fo.