"Tekja" løgd á nýggja býráðshúsið

Tað gekk væl at seta stálsúlurnar og stálkonstruktiónina upp, og alt passaði niður í minstu smálutir.

Tá In.fo vitjaði í Norðragøtu mikudagin, vóru menn hjá byggifyritøkuni KBH í holt við at leggja stálkasettir oman yvir stálkonstruktiónina á serstaka býráðshúsið, sum Eysturkommuna letur byggja.

 

Betongarbeiðið varð liðugt fyri umleið trimum vikum síðan, og seinastu tíðina hava menn hjá KBH monterað stálkonstruktiónina, sum er berandi grindin í byggiarbeiðnum. 

 

Tað gekk væl at seta stálsúlurnar og stálkonstruktiónina upp, og alt passaði niður í minstu smálutir. 

 

Longu mikudagin varð komið langt við stálkasettunum - ella stálplátunum - ið eru lagdar omaná sum tekja og sum verður tann berandi parturin av tekjuni.

 

Stálkasettirnar verða bjálvaðar omaná við harðari bjálving á 200 mm. Síðan verður gummidúkur lagdur oman yvir bjálvingina. Alt verður síðan við longum skrúvum skrúvað niður í stálkasettirnar.

 

Oman á gummidúkin verður lagt flag, og oman tekjuni verður bygd ein brúgv, haðani gangast kann tvørtur um ánna, sum rennur oman í Norðragøtu. Brúgvin, sum verður umleið 1,40 metrar breið, verður bygd, soleiðis at fólk ikki sleppa út á tekjuna av brúnni.

 

Tá hetta árið fer at nærkast endanum, er væntandi, at nýggja býráðshúsið hjá Eysturkommunu í Norðragøtu fara at standa liðugt - ella so gott sum liðugt.