Mikudagin 7. november skipaði Norðoya Sparikassi fyri eini hugnaløtu á torginum í Miðlon í sambandi við at bókin »Teknarin og vinurin Ólavur« við tekningum hjá Ólavi á Váli er komin út.
Finnur Klein frá Norðoya Sparikassa, sum er ein av stuðlunum av hesi bókaútgávu, beyð øllum at vera vælkomin, dupultkvartettin í Ebenezer sang og Jóannes Hansen, ein av vinunum hjá Ólavi, hugleiddi um Ólav á Váli sum persón. Síðan takkaði Eli Smith teimum sum hava hjálpt til við at fáa bókina út og stuðlunum. Eftir tað varð høvi at keypa bókina, sum Brita og Eli Smith signeraðu.
Bókin er sett saman av beinraknum og livandi tekningum eftir Ólav á Váli, harumframt eru myndir og frásagnir um persónin Ólav. Tekningarnar spenna víða, heilt frá 12 ára aldri, til hann andaðist 49 ára gamal. Ólavur á Váli varð føddur 26. august í 1955, og andaðist 19. februar 2005. Ólavur var mest kendur sum sangari, og í fjør komu út tvær fløgur við tilsamans 41 sangum, sum Ólavur syngur einsamallur ella saman við øðrum.
Tað er svágurin, Eli Smith, ið hevur lagt bókina til rættis. Kári við Rættará hevur umbrotið og gjørt kápuna. Bókin hevur 248 blaðsíður og kostar 350 krónur í bókabúðunum.