Tað vóru ikki bara fjølmiðlarnar, sum fóru uppfrá, men so sanniliga eisini fleiri av politikarum okkara, bæði úr løgtingi og landsstýrið. Enntá landsstýrismaðurin í Almanna og Heilsumálum valdi at seta tíð av til at svara fyrispurninginum, sum annars var settur til Jógvan á Lakjuni.
Nú veit eg ikki hvat í norðoyatingmenninir siga til alla hesa uppmerksomheit, sum fyrispurningurin hjá Tobba fær, men í mínari verð var hasin parturin av fyrispurninginum, sum snúði seg um at flyta Tekniska skúla í Havn til Klaksvíkar, eitt ekkó av tí, sum eg havi hoyrt óteljandi ferðir áður. Og eg haldi ikki, at eg fari skeiv, um eg haldi meg hava hoyrt norðoyatingmenninar sagt nakað tað sama um Tekniska skúla, sum Tobbi sigur. Men uttan at fjølmiðlarnir yvirhøvur hava varnast tað.
So onkursvegna megnar Tobbi at tosa við eini rødd, sum hoyrist.
Og her kemur undirritaða so eisini við inn á banan, sum annars ikki tók tann partin, sum snúði seg um at flyta tekniska skúla í Havn til Klaksvíkar í álvara. Av tí einføldu orsøk at eg veit, at Tekniski skúlin í Havn verður ikki fluttur. Eg tori at leggja høvdið á blokkin fyri, at ongin løgtingslimur, kemur at atkvøða ímóti tí uppskotinum, sum er í nevnd, og sum snýr seg um at játta pengar til at fíggja bygginh av einum nýggjum Tekniskum skúla í Havn.
Alt annað vildi eisini verið óðamannaverk. Havi sjálv arbeitt á Tekniska skúla í Havn í trý ár. Og hóast sera ótolandi hølisumstøður, so er ongin ivi um, at næmingar, lærlingar og handverkaravinnan ynskja at skúlin skal verða í Havn. Skúlin hevur ment sína mentan og umhvørvi her í høvuðsstaðnum, og tað er tí ikki nakað, sum tú kanst avritað niður í eitt annað øki.
Eitt er at rokna tøl út á einum excellarkið. Men hesi tøl siga onki um trivna, áhuga, ídni og mentan.
Nú fær Pól Michelsen í lesarabrævið í farnu viku tað at síggja út sum um, at Tjóðveldisflokkurin er fyri at leggja teknisku skúlarnar saman. Men tað er ikki rætt! At meir enn tann eini limirin hevur tosað fyri hesum ger tað ikki til floksins støðu. Eg hugsi eisini, at Pól Michelsen lættiliga kundi funnið fleiri tinglimir í Fólkaflokkinum, sum kundu sagt tað sama sum Torbjørn. Men fyri tað er tað neyvan Fólkafloksins støða.
Sjálvt landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni, umboðandi Fólkaflokkin segði í ùtvarpinum í stilluviku, at tað hevði verið skilagott, at lagt skúlarnar saman, men tann realpolitiska støðan var nú einaferð soleiðis, at tað bar neyvan til. Og tað var útfrá tí realpolitisku støðuni, at hann var noyddur at handla. Og tað var tí, at hann ikki legði skúlarnar saman, og ikki tí, at hann sum umboðandi Fólkaflokkin í landsstýrinum ikki helt, at tað var rætt.
Og tá ið Pól Michelsen heldur so hánt um tað, sum eg havi ført fram um fíggingina av Tekniska skúla, so skilji eg ikki hesar atfinningar. Eg kann bara minna hann á, hvat í hann sjálvur segði um fíggingina av Hovs tunnlinum. Tá var hann, sum tann einasti fólkaflokspolitikkarin, sum kravdi, at tunnilin skuldi fíggjast sum vanlig íløga, har í játtað varð tað á fíggjarlógini, sum tað kostaði tað árið. Soleiðis at virksemi sást aftur á fíggjarlógini. Men nú knappliga er PM farin í kórið hjá teimum sum siga, at hesin fíggingarháttur er ikki so tídningarmikil kortini. Um Tekniski skúlin sum nú ætlandi skal byggjast hevði verið fíggjaður eftir vanligari mannagongd, har virksemi sást aftur á fíggjarlógini, so hevði tað merkt, at avsettar vóru einar 35 til 40 mió kr í fýra ár. Meðan samgongan velur eina loysn, har hon sigur 9 mió kr í 20 ár. Við tí avleiðing, at skúlin verður 30 mió kr dýrari samanlagt, og við tí avleiðing at virksemi í samfelagnum ikki sæst aftur á fíggjarlógini. Men eftir at skattalætti er givin uppá 240 milliónir krónur, avgjøld tikin av B&O anleggum, rakstrarstuðul innførdur aftur til vinnulívið, osfr alt meðan undirskotini á fíggjarlógini eru fleiri hundrað milliónir, so má man gera okkurt kreativt. Og hví ikki bara seta virksemi í gongd nú og senda rokningina út í framtíðina.
Eitt er fíggingarhátturin annað hvør skúli skal byggjast.
Tjóðveldisflokkurin hevur saman við Pól Michelsen hildið fast um at byggja ein miðnámsskúladepil við Marknagil ið kundi hýst øllum trimum miðnámsskúlunum í Havn. Men tann ætlanin er nú punkterað, við hjálp frá PM. Bara tí at ein av einogtjúgu er ímóti.
Men ikki nóg mikið við, at mann droppar miðnámsskúladepilin. Men tað, sum verri er, er, at mann onki projekt hevur sett í staðin. Landsstýrismaðurin hevur framvegis ikki gjørt av, hvør skúli skal byggjast. Hann biður bara um pengarnar, og so skal hann finna útav aftaná, at Løgtingi hevur játtað honum pengarnar einaferð í næstu viku, hvat hann skal brúka pengarnar til. Frá tingsins røðarapalli segði hann, at tað fór hann at finna útav aftaná, at tingið hevði játtað pengarnar!
Soleiðis hvílir tann breiða semjan á éinum herðum.
So samanumtikið verður uttan iva einmæld semja í tinginum fyri uppskotinum at játta fígging til bygging av Tekniska skúla í Havn. Við sitandi samgongu er onki alternativ fyri skúlanum
Hetta sær jú út til at verða einasti mátin, ið samgongan unnir handverkaravinnuni ein tekniskan skúla. Men at talan er um ábyrgdarleysa mannagongd bæði í fíggingini og í fyrireikingini, er harmiligt. Tí tað fyrireikandi arbeiði viðvíkjandi skúladeplinum var klárt, tá ið sitandi samgonga tók við, og fíggjarpolitikkurin frá 80-árunum var jarðlagdur. Men samgongan hevur megnað at punkterað tað fyrireikaða arbeiðið og kveistrar fíggjarstýring fyri borð.