Telduspøl eru orsøkin til fiasko

Tað gongur einki serligt hjá enska fótbóltslandsliðnum. Í farnu viku snávaði liðið í avgerandi dysti ímóti Kroatia, og so sleppur Ongland ikki við til EM-endaspælið næsta summar.

Málmaðurin Robert Green hevur nakrar ferðir verið eykamálmaður á enska landsliðnum, og hann heldur seg kenna orsøkina til trupulleikarnar hjá enskum fótbólti.

 

- Vit høvdu havt heimsins besta landslið, um vit fóru út í øll heimini og tveittu Playstation, Xbox og øll telduspøl út, sigur hann við The Sun.

 

- Hygg eftir Brasil og Argentina, har tað ofta er ein spurningur um fótbólt ella einki. Vit livað hinvegin í einum landi við nógvum valmøguleikum, og sjálvt um viljin kanska er har, so er tað ikki so neyðugt at spæla fótbólt, sigur Robert Green, sum er málmaður hjá West Ham.