Virksemið í samband við eina møguliga oljuvinnu í føroyska økinum veksur fyri hvønn dag sum fer, og føroyskir myndugleikar royna at fyrireika seg sum frægast.
Seinastu árini hava fleiri skip verði í føroyskum sjógvi og gjørt seismiskar kanningar.
Og talið hevur verið vaksandi ár um ár.
Seinasta ár var samanlagt skotið í uml. 500 dagar og tá fleiri skip vóru í økinum í senn, roknar Djóni Weihe á V&B við, at uml. 1000 skip gjørdu seismiskar kanningar í føroyskum sjógvi í fjør
Men fiskimenninir hava ikki verið so væl nøgdir við hesi skip, tí tey ávirka arbeiði teirra.
Trupulleikin hjá fiskimonnunum var, at ikki altíð vistu hvar seismikskipini vóru. Hetta hóast tað var álagt teimum um útvarpið siga frá tá seismiskar kanningar byrjaðu.
Og orsøkin er sum nevnt, at fiskurin verður stygdur vekk og menn roknað við, at tað tekur uml. eina viku til hann er aftur uppá pláss.
Nýggja telefontænastu
Av tí at gamla fráboðanarskipanin ikki virkaði nóg væl, gjørdi V&B av, at finna fram til eina nýggja skipan og tað er júst tað teir hava funnið nú.
Teir hava latið gera eina sokallaða »Vocal Voice Mail« tænastu.
Skipanin kemur at virka á tann hátt, at fiskiveiðiumboðini umborð á kanningarskipunum ringja positiónirnar inn til Djóna Weihe á V&B, hvønn morgun klokkan 08.00.
Djóni tosar síðan allar upplýsingarnar inn á band, har teir verða tøkir uml. klokkan 10.00 fyrrapart.
Fiskimenn kunnu síðani ringja inn til telefontænastuna og har fáa greiði á, hvar skipini gera kanningar hvør fjarstøðan er, hvørja kós tey halda, og nær seismikkur seinast er skotin í økinum.
Fyri at ikki allur landgrunnurin skal verða í einum, so er hann býttur sundur.
Økini eru níggju í talið.
Sunnan, vestan og eystan fyri, har áhugin fyri seismikkanningum er størstur, eru økini smærri, meðan alt norðhavið er eitt økið.
Hvussu skipanin fer at roynast er sjálvandi ilt at siga, men Djóni Weihe væntar, at hetta fer at roynast betur enn tann gamla skipanin gjørdi.
? Gamla skipanin virkaði ikki eftir vild, og tí hava vit gjørt hesa skipanina ístað-in. Hon verður dagførd eina ferð um dagin, uml. klokkan 10.00, og fráboðaninar á skipanini galda 24 tímar fram.
Fyri knøppum trimum vikum síðani sendi V&B kunningarskriv út til stovnar og feløg, sum kunnu fáa nyttu av skipanini. Harímillum vóru útróðarfeløg og reiðarafelagið, men V&B hevur ikki hoyrt eitt orð aftur frá teimum.
? Men einki nýtt er sum kunnugt gott nýtt, sigur Djóni við einum smíli.
? Tað er eitt sindur skuffandi, men at vit einki hava frætt, men eg vænti og vóni, at teir fara at fáa gleði av skipanini.
Góður batið
Vit hava biðið formannin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen royna skipanina og hann er nøgdur.
? Jú hatta er væl betri enn tað var frammanundan, sigur hann og leggur afturat:
? Nú verður tað til veðurtænastuna og til »seismiktænastuna« vit skulu ringja, men tað er í fínasta lagið.
Chris Jan Michelsen viðgongur, at tað hevur verið ein trupulleiki við tí skipanini sum var frammanundan, og serliga tí, at tá fiskimenn royndu at útvega sær upplýsingar um hvar skipini gjørdu kanningar, so vóru hesir ikki altíð so rættir.
? Eitt nú hava vit fingið at vita onkuntíð, at skipini vóru givin við seismiskum kanningum, men tá vit komu á fiskileið, vóru tey framvegis har.
? Hesin trupulleikin skuldi gjarna verði burtur við hesum, og tað eru vit fegnir um.
Útvega hagtøl
Men tað hjálpir tó ikki uppá, at fiskurin er burtur fleiri dagar aftaná, at skipini hava verið í økinum.
Hetta er ein annar trupulleiki sum fiskimenninir hava, men teir hava eingi hagtøl, sum undirbyggja teirra »pástandir«.
Tað ætlar formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna at gera nakað við.
? Eg ætli mær at heita á teir útróðrarmenn sum eg kenni her suðuri, og biðja teir føra dagbók um nær seismikskipini eru á leiðunum.
? Útróðrarmenninir skulu síðan skriva hvussu fiskiskapurin er ella ikki er,.
? Á henda hátt fara vit at royna at útvega okkara egna hagtalstilfar um, hvørja ávirkan seismisku kanningarnar hava á fiskiveiðina, sigur Chris Jan Michelsen.
Men hann viðgongur samstundis, at hetta eru fylgjurnar av eini møguligari oljuvinnu.