Telefonverkið broytir fyrimynd

Seinastu tíðina hava skemtiligar lýsingar verið í SvF, har fólk við fartelefonum verða lýst skemiliga ella upplýsandi. Seinast hevur fyritøkan, sum nú er partafelag givið út sera áhugavert og snotiligt blað, sum verður sent til øll húsarhald í Føroyum

Dagny Joensen


Tað er ein nýggj mynd av einum gomlum stovni, sum nú verður borðreitt við. Telefonverk Føroya Løgting er farið í søguna, og við hesum er nýggj fyrimynd sett ístaðin.

Tað er P/F Telefonverkið, ið skal virka sum einhvør onnur fyritøka í landinum, tó at hetta er alment partafelag sum landið frameftir eigur.

Telefonverkið kann ikki væntast altíð at hava monopolstøðu ella einkarrætt til samskiftið við umheimin og í Føroyum. Tað merkir, at kapping er komin á summum økjum, og at fyritøkan tí noyðist at umleggja sítt virksemið til gagns fyri brúkararnar.


Kappingin veksur

­ Rákið gongur ímóti stórari kapping, bæði á televørum og samskiftistænastum, sum Telefonverkið áður hevði einaumboð fyri, sigur Poul Henrik Poulsen, á marknaðardeildini á Telefonverkinum.

Á fyritøkuni hevur seinasta hálvtannað árið verið arbeitt við at marknaðarføra Telefonverkið sum vanliga fyritøku.


Gamli stovnurin hvørvur

Eitt nú er blaðið »Tráðurin« eitt úrslit av hesum. Hóast blaðið ikki beinleiðis skal vera við til at broyta fyrimyndina av einum gomlum stovni, so er tað kortini ein partur av tí nýggja, sum ikki bert snýr seg um teknikk og tílíkt, sum fyritøkan stendur fyri.

Í innihaldi er blaðið áhugavert og forvitnisligt við meira menniskjansligum tilfari, og skal sambært marknaðardeidlini, verða við til at gera fyritøkuna meira sjónliga.

Poul Henrik Poulsen sigur, at tað hevur verið stórt arbeiði at umleggja Telefonverkið. Nógv er eisini hent á teleøkinum seinastu árini, og nógvar nýggjar tænastur eru komar aftrat, eitt nú á fartelefonøkinum, Internetinum o.s.fr..

Edv-skipanini er skift út, og arbeitt verður við at knýta landið saman við ljósleiðararum. Bygnaðurin er broyttur og er nú marknaðarstýrdur.

­ Tá so stór broyting fer fram á einum gomlum arbeiðsplássi, krevur tað nógv av starvsfólkunum, sigur Poul Henrik Poulsen.

­ Tað hevur verið stórt arbeiði hjá fólki at umsitilla seg. Broytingarnar fevna so víða, at talan er um hugburðsbroyting.


Broytingin setir krøv til starvsfólkið

Fyri at bøta um hjá starvsfólkunum, hevur verið skipað fyri skeiðum og øðrum tiltøkum, sum skulu hava til endamáls at veita viðskiftafólkunum góða tænastu á ymsu økjum, sigur Poul Henrik Poulsen.

Telefonverkið hevur m.a. stovnað seks telebúðir kring landið, umframt at tveir bilar eru í Norðurstreymi, sum hava úrval av televørum.

Nógv er broytt í beinleiðis tænastuni, tá privatfólk ringja til fyritøkuna Fleiri deildir eru lagdar saman innan tænastufakini soleiðis, at fólk ikki skulu umstillast fleiri ferðir, áðrenn tey fáa avgreitt síni øðrindi.

Tænastan er eisini umløgd fyri viðskiftafólkini í vinnuni.Telefonverkið hevur nú samlað allar tænastur til vinnurekandi á einum stað, og samstundis er virkisráðgevi er settur, sum kann samskipa tænastuna, og hevur ábyrgdina av, at viðskiftafólkið fær tað, sum viðkomandi hevur brúk fyri.

Eini 200 fólk arbeiða á Telefonverkinum, og hóast nakrar deildir eru lagdar saman, so eru aðrar øktar í vavi, og tí eru eingi starvsfólk eru uppsøgd.

Umsetningurin í fyritøkuni var 155 mió. krónur í fjør.


Veita somu tænastu sum stórfyritøkur

­ Tað hevur gingið avbera væl at umleggja Telefonverkið. Eitt nú brúktu vit bert hálvt ár at stovna GSM fartelefonina. Hetta er sama tíðarskeið sum stóru televerkini í útlandinum hava brúkt, og er eitt roysni hjá okkum, sum eru so fáment, sigur Poul Henrik Poulsen.

­ Vit eru bert ein hundraðpartur av t.d. TeleDanmark, og vit hava bert ein hundraðpart av viðskiftafólkum í mun til danir, men kortini skulu vit veita somu tænastu, sigur Poul henrik Poulsen.

Hann heldur, at viðskiftafólkini longu hava merkt broytingina, og at tað gongur framá. Eitt nú á Internetøkinum eru takstirnar lækkaðir mundandi. Í dag brúka eini 1200 føroyingar Internetið, sigur Poul Henrik Poulsen.