Telefyritøkur skulu geva upp kundar, sum nýta ólógliga stroyming. Býrætturin í Frederiksberg hevur í dag talað í máli, sum hevur áhuga í donskum miðlum. Tí niðurstøðan er, at telefyritøkur skulu geva upp upplýsingar um kundar, sum eru undir illgruna fyria t nýta ólógligar filmstænastur á netinum.
Rætturin í Frederiksberg avvísti harvið uppáhaldið frá tvemum fyritøkum um, at rættartrygdin hjá borgarunum varð blivin óneyðuga nógv álopin. Telia og Telenor høvdu meldað málið til rættin. Fyritøkurnar hildu ikki, at rætsgrundarlagið kundi vera í lagi, tá ið fyritøkurnar vórðu tvingaðar at veita privatar upplýsingar hjá túsundavís av kundum til sakførarar, sum umboðaðu teir órættaðu rættindahavararnir.
Men hendan ótta avvísti rætturin í Frederiksberg. Tí hóast talan er um persónligar upplýsingar, so helt rætturin fyri, at rættindini hjá films- og sendirøðuframleiðarum mátti setast framum rættindini hjá borgarunum í hesum førinum.
/ritzau/