Televarpið á fartelefonini

Web-sjónvarpið hjá Televarpinum fæst nú eisini sum app

 

 

Tá pakkabroytingar vórðu gjørdar í desember mánaði í fjør, byrjaði Televarpið eisini at senda sjónvarp á netinum. Kundar, sum hava stóra pakkan, kunnu her síggja rásirnar hjá Viasat á upp til fýra teldu-eindum í húsinum.

 

Nú er hesin møguleikin víðkaður, soleiðis at ein serstøk Televarps-app kann leggjast á tína iphone ella ipad.

 

- Hetta hevur alla tíðina verið ætlanin, og nú eru vit so komin har, at app’in er tøk hjá brúkarunum. Næsta stigið verður so at fáa somu app til Android-platformin, sigur Edvar í Skorini Joensen, stjóri á Televarpinum.

 

Við app’ini, sum finst á app-store undir "televarpið", hevur brúkarin somu atgongd til netvarp, sum Televarpshaldið annars gevur til teldur.

 

Við fartelefonum og teldlum kann ein trupulleiki tó verða, at datanýtslan gerst bæði stór og kostnaðarmikil, um sjónvarp verður stroymað.

 

- Tað er rætt, og tí hava vit í fyrsta umfari valt at gera eina avmarking, soleiðis at app’in bert kann koyra yvir wifi-netið, sigur Edvard í Skorini Joensen.