Telvarar bresta saman um FM-heitið

Føroyameistaraskapurin, sum verður telvaður á Toftum í døgunum 3-10. apríl, hevur sera góða undirtøku við nærum methøgum luttakaratali.
Meistarabólkurin tykist í ár rættiliga opin, men John Rødgaard, ið er hægst rataður, sleppur kortini ikki heilt undan favorittrolluni

Føroysk telving blómar. 89 telvarar hava teknað seg til FM á páskum, harav 37 unglingar. Bert í fjør, tá FM varð í Havn, hava fleiri luttakarar roynt seg í føroyameistaraskapinum fyri einstaklingar.
Sjáldsamt at nærum 100 telvarar luttaka í kapping uttanfyri Havnina. Møguliga hava góðu virðislønirnar, ið fyrireikarnir bjóða vinnarunum, lokkað fleiri til Toftir. Hugurin og alskurin til talvið mann tó viga meir hjá allarflestu telvarunum, enn ein møgulig peningavirðisløn.

Eingin eyðsýntur favorittur
Fimm telvarar í topp 10 eru á endaliga luttakaralistanum; IM John Rødgaard, Martin Poulsen, Olaf Berg, Carl Eli N. Samuelsen og Hans Kristian Simonsen. Einans 73 ratingstig skilja hesar fimm.

Landsliðsbólkurin IM John RødgaardVT2274
Martin PoulsenHT2271
Olaf BergHT2224
Carl Eli Nolsøe SamuelsenHT2223
Hans Kristian SimonsenKT2201
Jens Kristian HansenTT2182
Bogi ZiskaHT2147
Rani NolsøeKTF2101
Steintór RasmussenKTF2096
Torkil NielsenST2093

Og stutt er niður til næstu mennirnar, ið mynda hina helvtina av Landsliðsbólkinum. Sermerkt er, at einans Olaf og Carl Eli áður ikki hava verið føroyameistarar. Martin er verandi føroyameistari, og hinir sjey eiga allir eisini gylta heitið.
Rødgaard hevur rutinu sum fáur, og tapur sjáldan nakað talv. Martin, Olaf og Hans Kristian telva hinvegin allir meira kompromileyst, og eru tí oftari í vandasjógvi enn Rødgaard. Tó vinna teir kanska fleiri talv enn Rødgaard, og spennandi verður tí at vita hvør stílur í ár loysir seg best.
Martin hevur telvað nógv seinasta árið, og er helst í betri formi enn vit aðrir í hópinum.

Steintór við aftur
Teir fimm lægst rataðu í árliga Landsliðsbólkinum myndaðu absolutta toppin í føroyskari telving í 80´unum og fyrst í 90´unum. Møguliga telva teir ikki eins nógv nú sum fyri 10-20 árum síðani, men sanniliga kunnu teir vísa tenn. Eingin eigur at verða yvirraskaður, um ein ella tveir teirra fara at blanda seg í oddastríðið. T.d. høvdu Bogi Ziska og Torkil Nielsen eina góða liðkapping fyri feløg síni.
Jens Kristian Hansen telvar á heimabeiti, og Rani Nolsøe er íðin sum altíð og ræðist ongan.
Steintór Rasmussen hevur hinvegin einans telvað eitt talv í liðkappingini fyri Klaksvík seinastu tvey árini. Seinast hann luttók í FM, var í 1999. Føroyameistarin frá 1990 hevur tí eina stóra avbjóðing framman fyri sær. Fyri Steintór serliga, er ein góð byrjan uppá kappingina lykilin til eitt gott úrslit.

Spennandi 1. bólkur
Sjálvur meti eg, at talan er um tríggjar favorittar í 1. bólki; Finnbjørn Vang (2030), Eyðálvur Johannesen (1939) og Samson Højgaard (1904). Bólkurin er mannaður, eins og Landsliðsbólkurin, við 10 telvarum.
Umframt Landsliðsbólkin og 1. bólk, er ein opin almennur bólkur, ið 27 telvarar manna, ein Eldrabólkur (einans fyri telvarar yvir 50 ár) og Unglingabólkur.
Fylgið við á www.faroechess.com