Telvararnir halda støðinum

Halda Føroyska talvlandsliðið mátti um vikuskiftið lúta fyri Spania, men hinvegin gjørdist talan eisini um tryggan sigur á Monako.
Spaniólar høvdu eitt rættiliga sterkt lið, og millum annað hevði stórmeistarin á fyrsta borðið nærum 300 rating-stig fleiri enn Olaf Berg, sum var á fremsta føroyska borðinum. Tað eydnaðist heildur ikki Olaf at gera nakað við mótstøðumannin, men bæði á øðrum og triðja borði fingu okkara menn nakað burturúr. John Rodgaard vann sítt talv, og Eyðun Nolsøe fekk javnleik, so tað var um reppið, at samlaða úrslitið gjørdist javnleikur. Hetta eydnaðist tó ikki, tá Carl Eli Nolsøe Samuelsen tapti sítt talv á fjórða borðið.
Seinni var mótstøðuliðið so Monako, og her gekst væl betri hjá okkara monnum. Hans Kristian Simonsen á øðrum borði telvaði javnt, men allir hinir føroysku telvararnir vunnu sínar dystir. Talan var Martin Poulsen, John Rødgaard og Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum allir hittu telvarar, ið høvdu lægri styrkismeting.
Nú níggju av teimum 14 umførunum eru farin aftur um bak, eru Føroyar á einum 78. plássi, sum er nakað betri enn tað, sum styrkismetingin undan kappingini segði. Ukraina er á odda við 27 stigum. Russland hevur 24.5 og USA 24 stig. Bestu norðanlondini eu Noreg og Ísland, sum hava 20 stig hvør.