Tem leitar eftir nýggjum arbeiðsgevara

Tað er nógv, sum bendir á, at dagarnir hjá Tem Hansen í Lyngby eru taldir. Felagið og Tem Hansen, sum hevur verið á føroyska landsliðnum, eru vorðin samd um, at spælarin skal leita sær eftir nýggjum felag. Orsøkin er tann, at tað ikki hevur eydnast Tem Hansen at vinna sær pláss á besta liðnum í Lyngby.

Tem Hansen flutti úr Fremad Amager og til Lyngby fyri hálvum øðrum ári síðani, tá ið Lyngby var í superliguni. Tem var onkra ferðina á besta liðnum, men tað hevur ongantíð eydnast honum at vinna sær fast pláss. Hvørki tá ið liðið var í superliguni ella síðani niðurflytingina.

Ítróttarstjórin í Lyngby sigur við bold.dk, at hann heldur, at Tem Hansen hevur møguleikar at standa seg í 1. deild:

- Hann hevur góðan bóltførleika og gott skil fyri spælinum, og hann hevur lært at vera í professionellum umhvørvi. Tað, sum mest restar í hjá honum, er ferðin, sigur Birger Jørgensen við bold.dk.

Onkur følari hevur verið ? bæði úr 1. deild og 2. deild.